Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum lokið

Í gjár var hátíðarløta á ítróttaháskúlnum í Suðuroynni fyri næmingum og foreldrum.

Ymsar framførslur vóru á skránni í Vágshøll. Og í Stóra Pakkhúsi var meira hátíðarligi parturin hildin, har næmingar fingu próvblað, og røður vóru á skránni. Gudmundur Joensen, háskúlastjóri, helt røðu, eins og umboð fyri næmingar høvdu orðið.

##med2##

Stóra Pakkhús er karmur um dagliga virksemi hjá næmingunum, sum annars hava búð í frítíðarsmáttunum, sum bygdar eru í Vági. Men í løtuni verður nýtt næmingaheim bygt til Ítróttaháskúlan, og fer hetta óivað at gera umstøðurnar betri og meira nútímans.

##med3##

Í januar byrjar aftur eitt várskeið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.