Ein av teimum ídnastu talsmonnunum fyri amerikansku krígsførsluni í Irak, Pentagon-ráðgevin Richard Pearle, hevur lagt frá sær. Pearle, sum ofta hevur verið nevndur "Myrkursins prinsur", hevur verið formaður í tí bólkinum, sum gevur Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra ráð í politiskum málum.
Orsøkin til avgerð hansara er, at hann er settur í samband við eina fíggjargølu. Sambært henni hevur hann tryggjað einari ávísari fyritøku sáttmálar við tað almenna uttan um ta vanligu mannagongdina. Sum samsýning hevur hann fingið 725.000 dollarar og aðrar 600.000 dollarar, tá sáttmálarnir eru endaliga undirskrivaðir. Sjálvur sigur Pearle, at hann er ósekur, men at hann kortini hevur valt at fara frá, fyri at gølan ikki skal órógva arbeiðið hjá verjumálaráðharranum, sum hevur annað at hugsa um í hesum døgum.
Richard Pearle var varaverjumálaráðharri í forsetatíðini hjá Ronald Reagan. Tá var hann ein tann harðasti mótstøðumaðurin ímóti avvápnaðarsáttmálunum við Sovjetsamveldið. Hann hevur verið roknaður millum teir mest konservativu heykarnar hjá Bush-stjórnini.