- Her hevur verið ótrúliga friðarligt, um eg skal siga sum er. Vit hava havt væl minni at gera, enn tað plagar at vera. Tað, ið hevur verið, eru smáting.
Tað sigur Steinbjørn V. Olsen, ið er liðleiðari hjá Samarittunum á Summar Festivalinum, tá in.fo møtir honum har Samarittarnir halda til.
Ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, sambært Steinbjørn, er tað góða veðrið.
- Veðrið hevur stóra ávirkan á arbeiðsbyrðina. Um veðrið er gott, so hava vit minni at gera, tí fólk eru í betri lag.
Liðleiðarin hjá Samarittunum vil at enda takka ymiskum, ið hava gjørt sítt til, at festivalurin hevur verið so friðarligur higartil.
- Vit hava serstakliga gott samstarv við løgregluni, Norðoyar Bjargingarfelag og Klaksvíkar Sjúkrahús. Bjargingarfelagið hevur ein bil, ið vit kunnu brúka, og hjálpa okkum, um onkur gerst ov harðligur, og sjúkrahúsið er altíð klárt, um tørvur er á teimum.
- Og so skulu tey ungu eisini hava rós fyri, at tey ansa so væl eftir hvørjum øðrum. Um tað er okkurt áfatt, so ringja tey beinanvegin.