Hann greiðir frá, at Hans Jákup Glerfoss tók evni upp í listini, sum ongin annar gjørdi. Til dømis menn í arbeiði, verkstøð og arbeiði umborð á skipum og útróðrarbátum.
- Hann var ikki bara málari, men eisini ein frálíkur teknari, og hansara evni at tekna, kundu vit væl gjørt meira burturúr, heldur Bárður Jákupsson.
Eins og Amariel Norðoy metir hann, at besta tíðarskeiðið hjá Hans Jákup Glerfoss var í 70árunum, tá hann málaði í svart/hvítt/gráum tónum.
- Tað var hansara styrki, og tá gjørdi hann síni bestu verk, sigur Bárður Jákupsson, sum metir høvuðsverk málarans vera verkið ”Skip og bátar við bryggju, 1975”, sum Listasavnið eigur.
Bárður Jákupsson heldur ikki, at Hans Jákup Glerfoss hevur verið undangongumaður fyri nøkrum ávísum listaskúla í Føroyum. Heldur vil hann vera við, at listamaðurin eigur sítt egna, serliga pláss í listasøguni,
- Hann fann sítt egna pláss og hevði sín egna stíl. Hetta sást millum annað aftur í, at temaið ofta var arbeiðandi fólk, og tað er rættiliga øðrvísi og sjáldsamt, heldur Bárður Jákupsson.










