Hevur ongan skund

Heðin Mortensen, tingmaður, hevur spurt Óla Holm, landstýrismann, um ítróttarháskula í Hoydølum. Landstýrismaðurin svarar aftur, at hann hevur góða tíð

 

Fyrispurningur


Óli Holm, landstýrismaður við mentamálum, hevur svarað fyrispurningi frá tingmanninum Heðini Mortensen um ítróttarháskúla í Hoydølum. Landsstýrismaðurin heldur, seg hava góða tíð at viðgera málið.

Spurningurin frá Heðini Mortensen var soljóðandi: » Tekur landsstýrismaðurin undir við í framtíðini at skipa økið við studentaskúlan í Hoydølum sum ítróttarumsiting, ítróttarháskúla og breytir til frælsan ítrótt?«

Hann vísir í viðmerkingunum á, at nú talan er um at flyta studentaskúlan úr Hoydølum út á Marknagilsvegin, verður økið í Hoydølum tøkt til annað endamál. Og her metir hann, at frálíkt pláss er at leggja ein ítróttarháskúla við teimum møguleikum, ein slíkur eigur at hava.

Heðin Mortensen metir tað neyðugt fyri okkara luttøku í altjóða ítrótti í framtíðini, at vit hava ein skúla, har vit kunnu útbúgva bæði aktiv ítróttarfólk eins og venjarar og leiðarar annars.

Hann vísir eisini á, at tað eru partar av ítróttinum, sum hava í so vánaligar umstøður í dag. Serliga er tað frælsi ítrótturin, sum aftur verður tikin fram.

Í svari sínum til Heðin Mortensen, løgtingsmann, sigur Óli Holm, landstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, at spurningurin hevur verið viðgjørdur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, men at eingin endalig avgerð er tikin um, hvat økið í Hoydølum skal brúkast til.

Hann er samdur við Heðini Mortensen í, at skilagott hevði verið at fingið hendan spurningin avkláraðan í góðari tíð, sigur hann, men heldur hinvegin, at tað er eins skilagott at viðgera spurningin sera gjølla og finna út av, hvat økið annars kann brúkast til.

Landstýrismaðurin sigur, at tað ivaleyst eisini eru onnur áhugamál, sum økið og bygningarnir kunnu brúkast til.

Landstýrismaðurin vísir á, at bygningarnir eru í ringum standi og skulu hava stórar ábøtur, áðrenn teir kunnu brúkast aftur. Tí metir hann tað skilagot at gera endaliga av, hvat teir skulu brúkast til og so seta teir í stand eftir tí.

Alt í alt metir Óli Holm, landstýrismaður, at hann hevur góða tíð at viðgera málið, og tað fara tey so nú at gera í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sigur hann í svarinum til Heðin Mortensen.