Í sambandi við, at Runavíkar havn nú fer undir at knýta Oljubryggjuna og Beta bryggjuna saman við 220 metrum av nýggjum bryggjukanti, verður eisini farið undir at dýpa henda teinin, so hann allan vegin hevur 12 metra dýpi.
Somuleiðis skal dýpingin av bryggjuni á Bakka á Glyvrum gerast liðug, so dýpið har verður átta metrar fram við allari bryggjuni.
Alt samalt er hetta partur av eini størri ætlan, og ein partur av 10 ára íløguætlanini fyri Runavíkar kommunu fevnir um munandi útbyggingar á havnarlagnum.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur tað leingi hava ligið í kortunum, at tørvur er á útbygging av Runavíkar havn. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra hann greiða nærri frá.









