Maðurin, sum nú er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba hevur fyrr skotið eftir politinum og sett eld á Gistingarhúsið í Øravík
Tann 6. mai í 2012 varð sami maður, sum er nú skuldsettur fyri manndráp, varðhaldsfongslaður í Føroya Rætti millum annað fyri drápsroynd. Hann hevði sett eld á Gistingarhúsið í Øravík og skotið eftir politinum og hótt við at skjóta 60 fólk.
Tað var sunnunáttina 6. mai, at tann tá 21 ára gamli maðurin gjørdi um seg í Suðuroy. Tað byrjaði við, at hann hevði drukkið heima við hús í Hvalba. Síðani var hann farin í ein føðingardag. Eftir tað stjól hann byrsu og patrónbelti frá pápa sínum og fór í bili suðureftir í Suðuroy.
Eftir at hava jagstrað bilin um alla oynna, roynt at handtikið hann í Øravík, endað tað við, at maðurin var handtikin og lagdur í hondjørn á havnarlagnum á Tvøroyri. Tá hevði hann koyrt á trimum hjólum eftir at hava rent á ein politibil.
TRÝST HER fyri at lesa tað, sum Sosialurin skrivaði um máið 7. mai 2012
Les eisini: Morðið í Hvalba: Fongslaður í fýra vikur
Les eisini: Stakk mannin tríggjar ferði í hálsin
Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba
Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba
Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba
Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba