- Fleiri fólk hugsaðu sítt, tá eg fortaldi, at eg skuldi súkkla til París, og eg má viðganga, at tað hava verið løtur, har eg sjálvur havi ivast, um eg fór at klára tað. Nú eri eg vísur í, at eg klári túrin, og at eg fari at fáa eina uppliving fyri lívið.
Tað sigur Niels Mortensen, sum er ein av teimum 35 súkklarunum á Team Rynkeby Føroyar liðnum.
Gongur súkklutúrurin hjá føroyska ferðalagnum úr Føroyum til Paris sum ætlað, kunnu teir 35 súkklararnir vænta at standa í franska høvuðsstaðnum fríggjadagin tann 11. juli. Ein løta, sum Niels Mortensen gleðir seg til.
- Eg rokni við, at eg komi at standa har við eini kenslu, sum als ikki ber til at lýsa. Tað verður ivlaleyst fantastiskt, sigur Niels Mortensen, sum longu áðrenn sjálvan túrin, fegnast um súkkluævintýrið.
- Eitt er, at eg merki, at eg eri blivin nógv betur fyri av hesi súkklingini, men tað, at mann samstundis kann hjálpa, haldi eg, er ein ótrúliga góð kensla. Tað var serliga seinasta vikuskiftið, tá vit súkklaðu í Suðuroy, at tað av álvara gekk upp fyri mær, hvussu stóran týdning henda verkætlanin hevur. Í Suðuroy hittu vit tvey børn, sum eru sjúk av krabbamein, og tað var nakað, sum rørdi meg ómetaliga nógv og fekk meg at hugsa um, hvussu gott tað er, at vit á henda hátt kunnu stuðla krabbameinsraktum børnum og familjum teirra, sigur Niels Mortensen, sum umframt nógvar góðar upplivingar eisini hevur knýtt serlig vinarbond.
-Eri púra vísur í, at eg havi fingið nøkur vinfólk fyri lívið. Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at læra hesi ymsu fólkini at kenna. Eg helt framman undan at tey vóru so og so, men so havi eg lært tey at kenna upp á ein heilt annan máta. Tað hevði eg á ongan hátt viljað verið fyri uttan, sigur Niels Mortensen.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Niels Mortensen í blaðnum Summar, sum er partur av Vikuskiftissosialinum, har hann millum annað greiðir frá fyrsta súkklitúrinum, um at hava kroniska ringa samvitsku, og hvussu hann í gerandisdegnum merkir, at súkklingin hevur havt stóra ávirkan.