Hevur fýra byggisáttmálar

Tórshavnar Skipasmiðja, sum bæði eigur Skála Skipasmiðju og verkstaðin FJM í Runavík, hevur úr at gera í løtuni – bæði við nýbygging, leingjan og øðrum virksemi, sum feløgini hava í Havn, Skála og Runavík

Ídnaður

 

Tórshavnar Skipasmiðja hevur í løtuni fýra byggisáttmálar, sum felagið er í holt við at fáa frá hondini.

Talan er um bæði supply-skipini, sum Thor letur smíða á Skála Skipasmiðju og tvær tvíkiljur, sum felagið herfyri gjørdi sáttmála við Vestlaks um at smíða.

 

Alt í Føroyum

Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at skrokkarnir til tvíkiljarnar eisini verða smíðaðir á skipasmiðjuni – og ikki uttanlands, sum okkurt annað felag, ið smíðar tvíkiljur, hevur gjørt.

- Vit eiga alt arbeiði, bæði design og tekningar, umframt at alt arbeiði verður gjørt á skipasmiðjuni.

Hann sigur, at nú supply-skipini verða smíðað á Skála, verða báðar tvíkiljurnar smíðaðar í Havn.

 

Latast í november

- Tvíkiljurnar skulu handast longu í november. Tær verða 13 metrar langar, og sáttmálaprísurin fyri báðar bátarnar liggur um slakar 8 miljónir krónur, sigur skipasmiðjustjórin.

Gunnar Mohr sigur, at í løtuni eru ikki aðrir byggisáttmálar í stoypiskeiðini hjá Tórshavnar Skipasmiðju.