Hevði spart olju og tíð, um russar sluppu at keypa

- Hóast russisku skipini ikki keypa upsa við føroyskan bryggjukant longur, síggja vit, at nógvur upsi fer at landinum kortini, sigur Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum

Fiskivinna

Hvat er skilagott  og hvat er ikki?
Hetta er ein góður spurningur.
Er tað skilagott, at føroysk ísfiskaskip skulu noyðast at sigla longu leiðina niður til Danmarkar við upsa, tá ið tey í staðin kundu landað fiskin til russisk skip við føroyskan bryggjukant?
Hagtølini vísa, at hóast eingi russisk skip nú keypa smáan upsa í Føroyum, eru beinleiðis upsalandingarnar í útlandinum nógv størri enn nakrantíð.
Tær eru nevniliga meira enn fimmfaldaðar í ár!
Árni Dam, russiskur umboðsmaður í Føroyum, heldur tað vera undarligt, nú oljan er so dýr  og skip missa eini fimm samdøgur, tá ið tey sigla niður til Danmarkar, at myndugleikarnir í Føroyum ikki líka so væl kunnu loyva russiskum skipum at keypa fiskin í Føroyum.
- Eg skilji væl, at landsstýrismaðurin hugsar um arbeiðarafeløgini  og tað, at fiskurin verður virkaður í Føroyum, men tað, sum vit síggja, er, at hóast eingi russisk skip longur keypa upsa í Føroyum, fara stórar nøgdir av landinum kortini  ja, nógv størri enn nakrantíð áður.
Tá ið russisk skip byrjaðu at keypa upsa í Føroyum í vár, var upsaprísurin í botni.
Skip lógu á Vági, Runavík, Vestmanna og í Sørvági og samlaðu nøgdirnar, tey keyptu fyri líkinda prís  og munandi betri prís, enn føroysku fiskavirkini kundu bjóða, vóru eini 2000 tons.
Hesi 2000 tonsini eru ikki íroknaði tey út við 5000 tonsini av upsa, sum føroysk ísfiskaskip hava siglt beinleiðis á marknaðin við í ár.
Árni Dam spyr, hvar logikkurin er í hesum.
Hann heldur, at sum samfelag áttu vit at hugsað um, at skipini kunnu spara olju og tíð.
- Vit fáa hvørja viku fyrispurningar frá feløgum, sum vilja keypa upsa til Ruslands, men landsstýrismaðurin vil ikki loyva skipum at keypa um føroyskan bryggjukant.
Árni Dam sigur seg onga løtu ivast í, at russar, sum vilja keypa bílig fiskasløg frá føroyingum, høvdu viljað givið líka góðan prís fyri fiskin, sum føroysk ísfiskaskip fáa við beinleiðis landingum á útlendska marknaðinum.