Minst seks fólk eru deyð í sambandi við álpið í London í gjárkvøldið.
Løgreglan í London upplýsir, at minst seks fólk eru deyð í tveimum samskipaðum álopum í bretska høvuðsstaðnum leygarkvøldið. Minst 30 eru særd, upplýsir London Ambulance Service. Tríggir illgerðarmenn eru dripnir.
Hetta vita vit higartil:
– Løgreglan upplýsir, at tey klokkan 22:08 fáa fyrstu fráboðanina um, at ein hvítur vøruvognur er snaraður av koyribreytini á London Bridge og hevur rakt fleiri fólk.
– Síðani koyrir vøruvognurin til Borough Market, sum er nærindis, og sum er eitt vælumtókt øki við veitingarstøðum og dansistøðum. Her fara teir tríggir menninir úr bilinum og fara at stinga tilvildarlig fólk fólk á matstovum og barrum í økinum.
– Sambært løgregluni verða teir tríggir illgerðarmenninir skotnir umleið áttaminuttir eftir, at fyrsta fráboðanin er komin.
– Álopsmenninir vóru í følskum bumbuvestum.
– Ein løgreglumaður varð særdur í álopunum. Hann er uttan fyri lívsvanda.
– London Ambulance Service upplýsir, at minst 30 skadd fólk eru koyrd á fimm sjúkrahús í London. Fleiri eru harumframt viðgjørd á staðnum.
Keldur: BBC, Britisk politisk, Reuters.
/ritzau/









