Hetta vita vit um álopið á Salman Rushdie

Rithøvundurin Salman Rushdie er í respirator og vandi er fyri, at hann missir annað eygað, eftir at hann varð álopin í gjár.

 

Salman Rushdie varð førdur á sjúkrahús við tyrlu, eftir at hann í gjár varð álopin í New York. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix

Rithøvundurin Salman Rushdie varð í gjár álopin við ein fyrilestur í USA.

Rushdie hevur havt trygdarvørðir í mong ár, tá iranska prestastýrið í 1989 sendi út eina fatwa – ein islamskan deyðadóm – yvir hann vegna bókina »Tey satanisku ørindini«.

Hetta vita vit í morgun um álopið á høvundan.

* Salman Rushdie skuldi halda eina røðu um týdningin av, at USA gevur høvundum og øðrum listafólkum friðskjól, á Chautauqua Institution í amerikanska statinum New York.

* Meðan greitt verður frá um Rushdie fyri áhoyrarunum, sum eru umleið 2500 fólk, rann ein maður í svartari masku inn á pallin og leyp á Rushdie. Sambært áhoyrarunum sá tað út til, at hann sló ella stakk Rushdie.

* Áhoyrarar runnu upp á pallin og tað eydnaðist at steðga illgerðarmanninum, áðrenn hann varð handtikin av einum løgreglumanni, sum var á staðnum.

* Salman Rushdie varð flogin á eitt sjúkrahús, har hann varð lagdur undir skurð fyri skaðar í hálsinum og búkinum.

* Tímar eftir álopið upplýsti umboðsmaður hjá Rushdie, at Salman Rusdie er í respirator eftir álopið. Harumframt er vandi fyri, at hann missir annað eygað, og at hann ikki kann tosa. Nervarnir í arminum eru skornir av, og livirin er eisini rakt og hevur fingið skaða.

* Illgerðarmaðurin er eyðmerktur sum 24 ára gamli Hadi Matar, sum er úr New Jersey. Hann hevði atgongumerki til fyrilesturin.

* Myndugleikarnir halda, at Hadi Matar var einsamallur um illgerðina, og enn er ikki greitt, hvat motiv hansara var.

* Vitjandi til fyrilesturin hava sett spurningi við, hví trygdin til tiltakið ikki var betri. Forsetin fyri Chautauqua sigur, at stovnurin arbeiddi saman við statsligari og lokalari løgreglu um trygdina.

Kelda: The Guardian, Reuters og Ritzau.

/ritzau/

 

 

Salman Rushdie varð førdur á sjúkrahús við tyrlu, eftir at hann í gjár varð álopin í New York. - Foto: Uncredited/Ritzau Scanpix