Hetta vita vit nú um álopið í London

Tríggir illgerðarmenn drupu sjey fólk í London leygarkvøldið, áðrenn løgreglan skeyt og drap teir.

 

Hetta vita vit higartil:

 

* Leygarkvøldið klokkan 21:58 snarar ein leigaður hvítur vøruvognur av slagnum Renault burtur frá koyribreytini á brúnni London Bridge og rakar fleiri fólk.

 

* Løgreglan fær fyrstu boðini um hendingarnar 10 minuttir seinni – klokkan 22:08.

 

* Síðani koyrir vøruvognurin til Borough Market, sum er nærindis, har nógv fólk eru í vældámda økinum við skeinkistøðum og dansistøðum.

 

 

* Bilurin koyrir inn í eitt stik við Southwark Cathedral.

 

* Her loypa tríggir mans úr bilinum og fara at stinga tilvildarlig fólk á matstovum og barrum í økinum, sum er um 400 metrar frá brúnni.

 

* Álopsmenninir eru í følskum bumbuvstum.

 

* Teir drepa sjey sivil fólk, teirra millum 30 ára gomlu kanadisku kvinnuna, Christine Archibald og ein fraklending. Enn er ógreitt, hvaðani hini deyðu eru.

 

* Umleið átta minuttir eftir, at fyrsta fráboðanin er komin, hevur løgreglan dripið tríggjar illgerðarmenn.

 

* Átta løgreglumenn skjóta uleið 50 skot ímóti teimum. Tað er »higartil ókent« tal av skotu, upplýsir leiðarin av antiterrorliðnum hjá bretsku løgregluni.

 

* Ein sivilur persónur verður eisini raktur av einum skoti frá løgregluni og verður lættari særdur. Hann er sambært einum lækna raktur í høvdið, men støðan er ikki kritisk.

 

* Fýra løgreglumenn verða særdir undir hendingini. Hjá einum teirra er støðan kritisk.

 

* London Ambulance Service hevur flutt 48 skadd fólk til fimm ymisk sjúkrahús. Sunnudagin er 36 framvegis innløgd. Hjá 21 teirra er støðan kritisk.

 

* Fleiri útlendskir ríkisborgarar, teirra millum sjey fraklendingar, tveir avstraliubúgvar, tveir týskarar og tveir newzealendarar eru millum tey skaddu. Enn eru eingi boð um danskar ríkisborgarar millum tey særdu.

 

* Myndugleikarnir hava ikki almannakunngjørt samleikan hjá álopsmonnunum. Tað fara teir at gera skjótast gjørligt, vissaði løgreglan um í gjárkvøldið.

 

* Theresa Mey, forsætisráðharri, hevur lagt dent á, at álopið er gjørt av víðgongdumislamistum. Hon sigur samstundis, at tað nú skal vera slutt við tolsemi yvir fyri islamistum og hatursprædikantum.

 

* Bretska løgreglan hevur rannsakað eina íbúð hjá einum av álopsmonnunum í eystaraparti av London. Sambært grannum var hann giftur og hevði tvey børn.

 

* 12 fólk eru handtikin á ymsum bústøðum í Barking-økinum í eystara parti av London í gjár. Handtøkurnar eru í sambandi við álopið.

 

* Tað snýr seg um sjey kvinnur í ladrini 19 til 60 ár og fimm menn í aldrinum 27 til 55 ár. Ein av teimum monnunum upp á 55 ár er tó latin leysur uttan ákæru.

 

* Harumframt hevur løgreglan avhoyrt fleiri hundrað vitni, og kanningararbeiðið heldur fram.

* Løgreglan fer at hava ekstra løgreglulið á varðhaldi komandi tíðina.

 

* Framvegis eru avsperringar kring London Bridge og Borough Market.

 

* Seint í gjárkvøldið átók millitanti bólkurin Islamiskur Statur (IS) sær ábyrgdina av álopinum.

 

Keldur: BBC, Metropolitan Police, The Guardian, Sky News, Reuters, dpa og AFP.

/ritzau/