Hetta verður tann hugaligasta røðan av øllum

Í ólavsøkurøðu síni í ár fer løgmaður at umrøða tey, sum ikki hava so nógv

 

- Hetta verður tann hugaligasta ólavsøkurøðan, eg havi hildið.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kemur út í dag.

 

- Hetta er sættu ferð, Kaj Leo Holm Johannesen heldur ólavsøkurøðu og hann ásannar, at tað verður stórur munur frá teirri fyrstu, hann helt í 2009, til hesa hann skal halda í ár.

 

- Í 2009 var samfelagið rakt av svárari kreppu og árini eftir tað, vóru týðiliga merkt av tí,  so politiskt stóð nógv á hesi árini, sigur hann.

 

Men nú er av álvara farið at síggja bjartari út.

- Eg komi bara í tankar um eitt tal sum minkar og tað er arbeiðsloysið. Annars hækka øll hini tølini, fólkatalið, talið á føroyingum sum arbeiða veksur, lønargjaldingarnar veksa, útflutningurin, inntøkurnar hjá kommunu og landið av skatti o.s.framvegis.

 

Løgmaður sigur, at í ólavsøkurøðuni í ár, fer hann at vísa á, at vit eru á rættari kós og at sum støðan er nú, er tað alt, ið talar fyri, at samgongan røkkur málinum um at hallið á fíggjarlógini skal vera vent til eitt avlop í 2016.

 

Samstundis ásannar løgmaður, at nú tað vísir seg, at førdi politikurin hevur eydnast, skal samgongan vera ómetaliga varin við at gera ov nógvar broytingar fyri ikki at órógva ella skeikla tað góðu gongdina.

- Kynstrið verður at halda fast um tann vøkstur, ið er, sigur hann.

 

Kortini sigur hann, at í ólavsøkurøðuni fer hann at leggja dent á, at nú er eisini neyðugt at hugsa um korini hjá teimum, ið ikki hava so nógv frammanundan.

 

Her hugsar hann um umstøðurnar hjá pensjónistum, støkum uppihaldaranum og yvirhøvur um umstøðurnar hjá fólki við málum og miðalinntøkum.

 

- Tað verður neyðugt at lækka lønarskattin hjá lægru inntøkubólkunum. Tað er ikki bara neyðugt fyri tey, men eisini fyri at varðveita kappingarførið hjá samfelagnum, tí skattatrýstið á lønir eru so høgt, at vit klára okkum ikki í kappingini um arbeiðsmegina.

Løgmaður sigur, at afturfyri verður so neyðugt at fáa fleiri inntøkur frá brúkaragjøldum og øðrum avgjøldum. Men hvørji avgjøld, hann hugsar um, kann hann ikki siga.