Tað má sigast at vera stak óheppið at noyðast at flyta búfólkini á Eirargarði í skundi.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Tað, hon vísir til, er avgerðin, sum varð tikin um at flyta fólk við menningartarn og fjølbreki í bráðskundi úr heiminum á Eirargarði 16, í, yvir í Eirargarð 14.
Orsøkin var, at tað var so nógvur blámusoppur í heinum, at har var ikki búgvandi.
Og nú vil Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir hava Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at greiða frá, hvør hevur ábyrgdina av støðuni, og um myndugleikarnir hava vitað, hvørjum standi, bygningarnir eru í.
Eyðgunn Samuelsen skal eisini útgreina, hvussu vánalig støðan er og um nýggju hølini eru hóskandi bústaðir til búfólkini.
- Fáa búfólkini, ið høvdu egið kamar, sítt egna kamar, ella eru nú fleiri búfólk um hvørt kamar, vil Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir, hava at vita.
Og so vil hon eisini hava greiðu á um nýggi bústaðurin í Eiragarði 14, er í frægari standi enn bústaðurin, tey máttu flyta úr.
- Hetta var teirra heim og bygningurin er lagaður eftir teirra tørvi. Tey hava hvør sítt kamar og skinnarar eru í loftinum, ið eru neyðugir hjá bæði bú- og starvsfólkunum.
- Tískil má tað metast at vera stak óheppið, tá búfólkini verða flutt í skundi, serliga, tá tað bendir á, at flytingin ikki varð fyrireikað frammanundan.
Hon vísir á, at har tey nú eru, eru eingir skinnarar í loftinum at lætta um hjá bæði bú- og starvsfólkunum.
- Tá búfólk verða flutt, skuldi man trúð, at tað átti at verið til eitt betri og meir hóskandi og virðiligt stað, men sambært leiðaranum á stovninum, var hendan flytingin sum at flyta úr øskuni í eldin, sigur Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir.