Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum, har tveir bilar fingu so mikið stóran skaða, at teir máttu sleipast burtur.
Óhappið hendi við tunnilismunnan Kollafjarðarmegin, einar 300 metrar inni í tunlinum. Fýra fólk vóru í øðrum bilinum og trý fólk vóru í hinum, og tey vóru øll flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men tað, løgreglan veit, sluppu øll óskalað frá óhappinum.
Løgreglan sigur, at talan er ikki um tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg og stoyttu saman. Báðir bilar koyrdu nevniliga sama veg, suðureftir.
Óhappið hendi tá ið tann aftari bilurin rendi upp í reyvina á tí fremra bilinum. Løgreglan sigur, at tað, sum gjørdu, at tann eini bilførarin misti tamarhaldið á støðuni, var, at døggur legðist knappliga á rútin.
Tað er kalt út, men inni í tunlinum er eitt sindur heitari. Og viðhvørt hendir tað, at tá ið koyrt verður úr kuldanum út, inn í tunnilin, sum er eitt sindur heitari, legst døgg knappliga á rútarnar, so at bilførarin einki sær.
Løgreglan sigur, at tað var hetta, sum hendi í gjár. Ein bilførari, sum fór inn í tunnilin, sá knappliga einki, tí rúturin døggaði, so hann mátti taka ferðina av.
Tað ansaði bilurin aftan fyri, eftir og fekk eisini bremsa. Men tann triði bilurin, sum kemur aftan á hinar báðar, lukkaðist ikki at steðga, og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri.
Tað eru reglur um, at bilar skulu koyra so langt aftan fyri bilin framman fyri, at teir altíð lukkast at bremsa.
Hendan trupulleikan við at rúturin døggar undir slíkum umstøðum. mátti løgreglan eisini ásannað, tí tá í løgreglubilurin kom inn í tunnilin í sambandi óhappið, døggaði rúturin knappliga.
Løgreglan heitir tí á bilførarar um at at ansa eftir hesum vandanum, sum kann standast av at koyra úr kulda, inn í ein tunnil, har tað er eitt sindur heitari.