– Hetta vísir tørvin á einari nýggjari stórhøll

– Vit vilja gjarna sleppa at spæla okkara dystir heima. At spæla ein heimadyst uttanlands uttan egnar áskoðarar er ikki tað sama, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum

Góðu avrikini hjá føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum vísa tørvin hjá Føroyum eftir nýggjari høll, ið lýkur øll altjóða krøv, soleiðis at landsliðið kann spæla heimadystir her.

Tað heldur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondóltssambandinum.

– Tað er ongin kjansur, at teir høvdu vunnið handan dystin uttan heimaáskoðarar, sigur hon.

Vanligvís spælir landsliðið sínar heimadystir uttanlands, men orsakað av koronu hava Føroyar fingið undantaksloyvi til at spæla sínar heimadystir her á landi - sjálvt um eingin høll lýkur krøvini.

Hondbóltssambandið hevur leingi havt eitt ynski um at fáa eina nýggja høll, so landsliðið sleppur at spæla heimadystirnar í Føroyum.

– Vit vilja gjarna sleppa at spæla okkara dystir heima. At spæla ein heimadyst uttanlands uttan egnar áskoðarar er ikki tað sama. Tað er jú altavgerandi fyri úrslitið, sigur Gunn Ellefsen.

– Vit hava eisini roynt at søkt um undantaksloyvi. Men hvørja ferð hava vit fingið tey boðini, at so leingi ongin spaki er settur í til nýggja høll, skulu vit ikki vænta at fáa nakað loyvið, sigur hon.

Orsøkin til strongu krøvini er millum annað, at tað europeiska hondbóltssambandið hevur gjørt avtalu við sponsorar, sum vilja hava sjónvarpsproduktið at síggja út upp á ávísar mátar. Tað eru krøv til eitt nú áskoðaraplássini, sum eitt nú skulu ganga allan vegin runt. Og høllin á Hálsi for smøl til hetta. Tað ber sum skilt heldur ikki til at breiðka hana orsakað av sperrunum, sum ganga rundan um høllina.

– So leingi sum umstøðurnar ikki eru nøktandi, so sleppa vit ikki at spæla í Føroyum. Men vit kempa enn fyri tí, sigur Gunn Ellefsen, sum vónar, at ein nýggj høll verður veruleiki skjótt.

– Ein ætlan um at byggja eina høll er ikki nokk, sigur hon.

– Beint nú gongur tað bara út yvir menninar, tí har eru krøvini strangari. Men um fá ár, so fer tað eisini at raka kvinnurnar, sigur forvinnan í hondbóltssambandinum.