Leygardagin verður ársins fótbóltsdystur í Gundadali í Havn. Skuldi tað verið onkur, sum ikki hevur fingið tað við, stendur dysturin ímillum B36 og KÍ, og hann verður avgerandi fyri, hvør verður Føroyameistari í ár.
Í eini felags áheitan á áskoðararnir siga bæði B36 og KÍ, at tey sjálvandi vóna, at stór mannfjøld fer í Gundadal at stuðla sínum liði.
Tey minna kortini á, at tað eru nøkur trygdarviðurskifti, sum mugu virðast, tá ið eitt so stórt tiltak er á skrá.
Í hesum sambandi minna tey á, at tað er ikki loyvt at áskoðararnir hava glasfløskur við sær til dystin.
Tey vænta eisini sera nógv fólk í Gundadal og tey siga, at trygdin hjá teimum má ikki koma í vanda av royki og og fýrverki.
Tí heita B36 og KÍ inniliga á áskoðararnar, um ikki at brúka roykbluss ella fýrverk undir dystinum.
– Tað er eisini í stríð við reglurnar hjá FSF, at brúka hetta undir dysti, leggja tey afturat. Tó vísa tey á, at undan dystinum, og eftir dystin, er loyvt at skjóta fýrverk skjótast á serligum økjum, sum eru frámerkt til endamálið.











