Hetta skuldi eg aldrin havt gjørt

Men tað var ongin sum kundi vita, at hetta skuldi blíva skilið, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

- Høvdu vit vitað hetta, høvdu vit aldrin gingið við til hendan sáttmálan.

Í dag viðgongur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at hon angrar, at tey fyrr í ár gingu við til at skriva ein nýggjan trý ára sáttmála við arbeiðsgevararnar, sum ikki kann sigast upp fyrrenn 30. apríl 2010.

Tað gjørdu arbeiðarafeløgini fyri at vísa samfelagssinni og fyri at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í heili trý ár.

Men hetta er nú komið teimum so dyggiliga aftur um brekkur, tí hesa seinastu tíðina, hava príshækkingarnar verið stórar í samfelagnum.

Tað eru bæði vanligar matvørur, sum eru nógv dýrkaðar, men ikki minst eru útreiðslurnar at hava tak yvir høvdinum hækkaðar nógv, serliga er rentan nógv uppfarin.

Men tað er eisini blivið dýrari at byggja og røkja bústaðin og prísurin á olju gongur so at siga bara uppeftir.


Borðið fangar

Hetta seinasta árið eru prísirnir hækkaðir 3,4 prosent í miðal.

- Sostatt eru allar lønarhækkingarnar við at verða etnar upp aftur og sum útlitini eru fyri framtíðina, eru enn fleiri hækkingar í væntu, sigur Ingeborg Vinther.

- Sostatt er grundarlagið fullkomiliga máað undan sáttmálanum, sum varð gjørdur fyrr í ár.

Hinvegin ásannar Ingeborg Vinther, at borðið fangar og sostatt er tað onki, sum arbeiðarafeløgini kunnu gera við støðuna.

Starvsmannafelagið hevur fingið ein ventil í sáttmálan, sum sigur, at broytist gongdin í samfelagnum munandi, skal tað bera til at samráðast um at broyta lønina. Eitt, sum tey hugsaðu um í hesum føri, var um um stórar prísbroytingar hendu í samfelagnum.

Eina slíka áseting hava arbeiðarafeløgini ikki og tað iðrar Ingeborg Vinther seg nú um.

- Tað er í øllum førum púra greitt, at tað skal ikki henda aftur, at vit gera ein sáttmála, har vit ikki hava eina áseting um, at tað skal bera til at samráðast um lønirnar í sáttmálaskeiðnum um so er at fortreytirnar í samfelagnum broytast munandi.

Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðarafeløgini hava fleiri ferðir roynt at fáa eina slíka áseting í sáttmálan, men tað hava arbeiðsgevarar púra avgjørdir afturvíst.

- Men nú hava teir givið Starvsmannafelagnum hendan ventilin og tað skapar fordømi, tí arbeiðsgevarar kunnu ikki geva einum sáttmálaparti eina so týðandi áseting, men nokta øðrum somu treytir.


Skomm og last í politikararnar

Men eitt er, at prísirnir fara upp, eitt annað er, at Ingeborg Vinther átalar harðliga, at politikararnir ikki vilja taka stig til at verja brúkararnar betri.

Hon átalar harðliga, at politikarar eftir øllum at døma, hava slept ætlanini um at seta ein brúkaraumboðsmann, sum kann røkja áhugamálini hjá brúkaranum.

Hon sóknast eisini eftir, at politikarar seta eitt rættiligt príseftirlit á stovn.

- Sum støðan er nú, hava brúkarar onga verju og onga trygd fyri at handilsfólk ikki hækka prísirnar meiri enn tær øktu útreiðslur eiga at elva til.

- Vit eru fullkomiliga givin upp til skutil og tí er tað átaluvert, at politikarnir ikki vilja taka stig til at verja okkum.

Samstundis verða lønirnar heldur ikki prístalsviðgjørdar longur.

Hon heldur, at ein prístalsviðgerð hevði bøtt um støðuna.

- Sostatt er øll verja tikin frá brúkarunum og tað skilji eg ikki, sigur Ingeborg Vinther.

Hon heldur, at útlitini hjá vanligum fólki eru ikki góð, tú væntandi fara prísirnir enn longri upp.

- Tað sær ikki gott út hjá vanligum verkafólki og tá ið árið er úti, vænti eg, at støðan verður vánalig nógvastaðni, leggur hon afturat.

- Tað, sum vit mangla í stórum stíli í Føroyum, er ein brúkaraumboðsstova, men tað hava politikararnir ikki megnað, sigur Ingeborg Vinther.

- At seta eina slíka umboðsstovu á stovn, skal vera okkara staðiliga áheitan á politisku skipanina, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.