Sjálvsagt er tað eitt sindur ’smag og behag’, hvat skal hoyrast og upplivast. Høvuðsnavnið hjá einum er ikki endiliga høvuðsnavnið hjá onkrum øðrum. Men her er eitt boð, hvat skal upplivast í dag.
15.30 – Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð
Í fleiri ár hevur Kári Sverrisson verið millum fremstu og dugnaligastu sangarar og guitarspælarar í landinum. Serliga sum oddamaður í bólkinum Enekk hevur Kári við síni sermerktu rødd víst, hvør dugur er í honum. Saman við Hans Jacob kunnu áhoyrarnir vænta sær eina friðsæla og góða konsert í Grótinum.
17.00 – Matveitsla
Fyrraárið royndi G! nakað slóðbrótandi: At geva ókeypis mat til allar festivalgestirnar. Hetta var so mikið væl eydnað, at í fjør varð tiltakið endurtikið við sama góða úrsliti. Í ár fáa allir festivalgestir, sum leita sær oman á sandin, ein ókeypis makrel í part. Tað er P/F Varðin, ið letur allan fiskin, sum verður grillaður á sandinum í Syðrugøtu. Uttan iva eitt hæddarpunkt, sum ongin á festivalinum má missa.
19.20 – Símun úr Konoy og Gras
Høvi verður at fáa eina serstakliga forkunnuga konsert við Símuni og Gras í kvøld, tá hann trínur á pall á sandinum. Í kvøld verður nevniliga fyrstu ferð, at næstan kultkendi Símun fer at framføra í Føroyum, aftaná hann flutti av landinum fyri fleiri árum síðani. At konsertin so verður í heimbygdini kann bara gera konsertina betri.
21.00 – Stóra sangløtan
Føroyingar og sangløta hoyra saman sum vinstri og høgri skógvur. Ikki er tað nógv, sum samanbindir føroyingar meira enn ein sangløta, og tí verður løtan á sandinum í kvøld uttan iva eitt sera gott upplivilsi við nógvum lívi - og sangi. Finnur Koba, Eivør, Niclas Heri Jákupsson, Annika Hoydal, Martin Joensen og Alex Bærendsen fara at leiða.
23.55 – Sister Sledge
We are family. I got all my sisters with me. Vit kenna hann øll, og í kvøld verður hann at hoyra live.
Umframt nevndu konsertir og tiltøk skal ein eisini hoyra Dánjal, Marius, Spælimenninar, Byrta og fleiri onnur.