Hetta kann ræða fólk frá at koma til Føroya

Vit hava givið Sea Shepherd eitt óneyðugt vápn, men spurningurin er, hvussu leingi tey klára at kóku suppu av hesum beininum

- Tað er rætt, at hetta kann ræða útlendsk ferðafólk frá at koma til Føroya.

 

Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, heldur, at tað er óheppið, at ein orðing í nýggju, føroysku grindalógini, er so óheppin, at hon verður brúkt ímóti okkum og at ræða útlendsk ferðafólk við.

 

Hann hugsar um greinina í revsilógin i sum sigur, at tann, sum sær eina grind, uttan at boða frá tí, verður revsaður við 25.000 krónum í bót, og undir serliga skerpandi umstøðum, kann tað føra til tvey ára fongsulsrevsing.

 

Grindalógin er fín, men hetta er ein orðing, sum er óheppin, men sum nettupp er komin í lógina av teirri øsing, sum hevur verið ímóti Sea Shepherd, sigur hann.

 

Hann vísir kortini á, at myndugleikarnir hava boðað frá, at hendan ásetingin skal ikki skiljast so, at ferðafólk ikki fáa eina eina risanbót.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr, hví Hans Jacob Hermansen heldur, at hetta kann skaða føroyska ferðavinnu – men hví hann eisini ivast í, hvussu leingi Sea Shepherd kann kóka suppu upp á hetta.