Hetta kann Heðin Mortensen ikki sleppa

Løgtingsmaður hóttir samgonguna fyri at fáa eitt greitt svar

Eg vil hava eitt greitt svar upp á um Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur heimild til at forða lastbilum á koyra ígjøgnum Havnina við laksi um næturnar tí teir larma for illa.

 

Tað gjørdi Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, greitt í Løgtinginum í gjár.

 

Hann vísir á, at herfyri setti Heðin Mortensen skelti upp, sum bannaðu lastbilum at koyra við gróti úr Sandoyartunlinum um náttina.

 

Samstundis vísir Brandur Sandoy á, at í Sandoynni er alivirki og tað merkir, at stórir lastbilar fara at koyra ígjøgnum Havnina um næturnar við laksi. Og Brandur Sandoy vil hava greitt at vita um borgarstjórin í Havn hevur heimild til at forða fyri tí koyringini tí at onkur klagaði um, at lastbilarnir larmaðu so illa, at tey fingu ikki sovið.

 

Hann fekk einki svar í Løgtinginum í dag, men hann kravdi, at málið verður tikið upp í fíggjarnevndini tá ið nevndin fer at viðgera uppskotið um at landskassin skal rinda ein part av ætlaða ringvegnum uttan fyri Havnina.

 

Jørgen Niclasen sigur, at tað eru løgfrøðiligar metingar, sum siga, at hetta hevur ein kommuna heimild til, men aðrir løgfrøðingar siga, at tað hevur ein kommuna ikki heimild til.

 

Men Brandur Sandoy gjørdi greitt, at hevur býráðið í Havn heimild til at forða fyri slíkari koyring, mugu vit hava eina lóg, sum sigur, at ein kommunalur myndugleiki hevur ikki loyvi til at forða fyri flutningi ígjøgnum kommununa. Vit skulu ikki aftur koma í eina slíka støðu, har Tórshavnar býráð noktar bilum at brúka vegirnar.

 

Ein kommuna kann ikki hava heimild til at kvetta eina lívæðr í landinum, hvar í landinum tað so er, sigur Brandur Sandoy

 

Hann gjørdi eisini greitt, at sum støðan er nú, fer hann ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá samgonguni um, at Landskassin skal lata stuðul til ringvegin oman fyri Havnina.

 

– Tað er meiningsleyst, at Løgtingið skal rinda fyri vegir í Havnini, sum Tórshavnar Býráð kanska fer at nokta bilum at brúka, bara tí at tey ikki tola eitt sindur av larmi í Havn

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sigur at løgfrøðingar, hon hevur tosað við, siga, at hatta hevði Tórshavnar Býráð ikki heimild til. Skeltini vórðu sett upp eftir eini danskari kunngerð, sum ikki er galdandi í Føroyum, og tað helt hon var rættiliga burtur við.

 

Hon sigur, at vit kunnu hugsa okkum eitt dømi, har onkur ørvitisknokkur ikki vil hava farm úr Havn ígjøgnum kommununa, og so setir skelti upp, sum forðar fyri, at farmur, sum verður lossaður í Havn, ikki sleppur út um landið. Tað eigur ikki at bera til, helt Annika Olsen.