Bygningurin, sum tit síggja á myndini, er nýggja politistøðin, sum ætlanin er at byggja við Karlamagnusarbreyt í Havnini.
Men býráðslimir í Havn halda, at hon er so ljót, at tey vilja hava, at útsjóndin verður broytt, annars fær hon ikki byggiloyvi.
Tað er løgreglan, sum hevur søkt býráðið um loyvi at byggja eina politistøð við Karlamagnusarbreyt og at leiga eitt stykki á góðar 1.700 fermetrar frá kommununi til endamálið.
Men harumframt skal grannastykki á slakar 900 fermetrar, eisini takast til parkeringspláss. Poliitiið skal hava eini 8-10 av teimum og útkoyringin verður á Karlamagnusarbreyt.
Men politiið sigur, at talan er bara um eina fyribils politistøð, sum skal standa í eini fimm ár.
- Tá ið Politiið flytir, verður økið ruddað og latið kommununi aftur.
Ætlanin er at byggja eitt hús í trimum hæddum, soleiðis sum tað sær út á myndini. Hvør hæddin verður 810 fermetrar, so tilsamans verður húsið 2.430 fermetrar. Húsið verður góðar 10 metrar høgt.
Talan verður um ein U-bygning og út ímóti Karlamagnusarbreyt verður móttøkan hjá politinum. Sum býráðslimir hava skilt tað, vendur "ryggurin" út ímóti Karlamagnusarbreyt.
Í sjálvum garðinum verður bilskýli umframt parkeringspláss til 12 bilar og útkoyring við portið, verður út móti vegnum Myllutjørn.
- Eg fekk ein lítlan skelk, tá ið eg sá, hvussu politistøðin skal síggja út,
Tað staðfesti Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd býráðnum, sum hevur viðgjørt umsóknina um byggiloyvi til politistøðina.
Málið varð lagt fyri býráðið hóskvøldið og har varð samtykt at geva geva politiðnum byggiloyvi.
Men tað er við teirri treyt, at útsjóndin verður broytt og nú skulu samráðingar vera ímillum býráðið og politiið um tað.
Annars vóru býráðslimir sum heild alt annað enn fegnir um yvirhøvur at geva politiðnum loyvi at byggja støðina og summir søgdu, at tað var við ringum tannabiti, at byggiloyvi verður givið til eina fyribilsloysn.
Fleiri av býráðslimir førdu fram, at nógv ræðandi dømi eru í Havnini um, at fyribils loysnir verða meiri ella minni varandi loysnir og teir vilja tískil tryggja sær, at politistøðin eisini verður tikin niður aftur um fimm ár.
Mest avgjørdu støðuna hevði Jákup Dam. Hann heldur, at ein ætlan um at byggja eina politistøð, sum bara skal standa í fimm ár, kann rætt og slætt ikki takast í álvara.
Og hann var eisini tann einasti býráðslimurin, sum ikki atkvøddi fyri at geva loyvi til byggingina.
Leggjast kann afturat, at Halla Samuelsen var ikki á fundi hetta kvøldið.
|