Hetta gevur mær blóð upp á tonnina

Krista Mørkøre fekk fimm heiðursmerki sjey persónlig met

Krista Mørkøre var um vikuskiftið í stórari svimjustevnu í Esbjerg.

 

Hetta var ein altjóða svimjistevna, við luttøku úr fleiri ymiskum londum. 137 svimjluttakarar vóru til kappingina, og sigast má, at Krista stóð seg heilt væl, sigur ÍSB í dag.

 

Við í skjáttuni heimaftur hevði hon ikki færri enn heiðursmerki, og sjey persónlig met í 50 metra hyli.

 

Endamáli hjá henni var at koma longur niður í tíðum, tí um ein skal verða við í menningini at verða ímillum tey bestu, so skal tað verða nú og framyvir. Krista er sera væl nøgd við síni persónligu met, og heiðursmerkini.

 

Í Danish open vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsur í sínum bólki, sum er  S10.

 

Krista sigur at hetta er sera kvekjandi i fyri venjingarnar framyvir, tí nú verður fari undir næsta málsetning, at røkka enn betri tíðum.

Næsta stóra málið hjá Kristu er at luttaka í VM í komandi ár.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kristu greiða frá á Rás2 á miðdegi.