Hetta fer at fáa avleiðingar fyri hvønn einasta føroying

Í Sev taka tey ikki undir við nýggjastu ætlanini hjá landsstýrinum

Verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fer tað at fáa avleiðingar fyri hvønn einasta føroying. Tað er niðurstøðan hjá Sev, nú samgongan ætlar at leggja 13 oyru í avgjaldi upp á liturin av tungolju.  

 

Sev sigur í eini frágreiðing til Løgtingið, at avleiðingin av hesum verður, at antin hækkar elprísurin umleið eitt oyra oyra fyri kilowattið, ella verður neyðugt at tálma íløgurnar – ella verður neyðugt at skerja raksturin hjá SEV, men tað fær so aftur avleiðingar fyri virksemið.

 

Ein grundgeving hjá landsstýrinum fyri at leggja avgjald á tungoljuna, er at fáa Sev av seta meiri ferð á at leggja um til grøna orku. Men Sev sigur, at hækkar avgjaldið á tungolju, er tað tvørtur ímóti í andsøgn við grøna orkuskiftið, tí tað fer ikki at eggja fólki til at fáa sær  hitapumpu og elbil.

 

Skal prísurin á streymi standa í stað, hóast avgjaldið á tungolju hækkar, merkir hetta, at Sev má finna sparingar fyri einar  fimm til sekstan milliónir krónur hesi næstu trý árini.

 

Fyri at vísa, hvat hetta merkir, sigur Sev, at ein vindmylla upp á 3 MW. kostar 16 milliónir. Hendan myllan hevði gjørt 11-12 GWt av streymi og og hevði minkað oljunýtsluna hjá Sev  eini 2.500 tons av tungolju, ella 5 prosent av oljunýtsluni á Sundi  - og tað svarar til góð 8.300 tons av CO2.

 

– Eitt avgjald á tungolju fer ikki at ikki eggja Sev til at leggja um til grøn orku, tí sum er verður tað fyrst og fremst øll tann varandi orkam sum verður brúkt. Sostatt kemur øll vatnorkan og øll vindorkan, umframt biogass og sólorka til høldar, og onki spill er.

 

– Oljuverkini verða bar brúkt, tá ið eingin varandi orka er til taks. At gera tað dýrari at reka oljuverkini fer ikki á nakran hátt at eggja til at brúka minni av olju. Tann parturin, sum kemur frá oljuni í dag, kann ikki koma aðrarstaðni frá og tí kann ikki sigast, at eitt avgjald á tungoljuna fer at eggja til at brúka minni olju, ger Sev greitt fyri Løgtinginum.

 

Tá ið meira varandi orka verður tøk, fer SEV av sínum eintingum at brúka minni olju, tí streymurin úr vindorku er ikki bara grønari, men eisini munandi bíligari enn streymurin, sum er gjørdur úr olju.

 

– Málið hjá Sev er støðugt at minka um oljunýtsluna, soleiðis at vit eru leys av oljuni í 2030, sigur Sev.