Hetta fær álvarsligar fylgjur

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík og løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, stúrir fyri framtíðini hjá uppsjóvar og alivinnuni, eftir at CEF-landsstýrið kom til valdið. Hann sipar til øktu skattirnar og avgjøldini, ið vera løgd á hesa vinnuna.

Magnus Rasmussen sigur, at tað er týdningarmikið at minnast til, at føroyskar fyritøkur ikki kappast við aðrar fyritøkur í Føroyum, men við fyritøkur í útlandinum.

- Tí er alneyðugt, at virkisumstøðurnar í Føroyum ikki eru verrri enn í londunum vit kappast við - hetta er sjálvsagt. Tað, sum nú hendir við hesum stóru rokningunum til vinnuna, tað fær júst tað at henda, sum ikki skal henda, nevniliga, at kappingarstøðan hjá nevndu vinnum versnar munandi, sigur Magnus Rasmussen.

ÚRslitið verður, at vinnan í Føroyum verður verri fyri enn kappingarneytarnir, tí í øðrum londum gera tey beint tað øvuta, tey minka um avgjøldini løgd á vinnuna.

- Hetta fer at hava álvarsligar fylgjur fyri alt Føroya land – bæði land og kommunur, sigur hann og nevnir nakrar av avleiðingunum:

·        Íløgumøguleikarnir hjá vinnunum versna

·        Íløguhugurin hjá vinnuni minkar

·        Vinnutól – skip og bygningar - verður ikki dagførd og verða við tíðini niðurslitin

·        Vøksturin av lønarinntøkum minkar

·        Land og kommunur fáa lægri persónsskatt

·        Land og kommunur fáa lægri partafelagsskatt

·        Avleidda virksemið minkar

·        Íløgur og  virksemi framyvir verður flutt í onnur lond.

- Sum borgarstjóri í eini kommunu við slíkum vinnum, so havi eg sæð, hvussu ómetaligan stóran týdning eitt sterkt vinnulív hevur. Hava vit ikki eitt sterkt vinnulív, so býður ikki bøtur – so einfalt er ta, sigur Magnus Rasmussen, og heitir tí á landsstýrið um at geva vinnuni bestu kor at virka undir og syrgja fyri, at kappingarstøðan hjá føroyskum vinnulívi ikki verður verri.

- Ætlanin, sum nú fyriliggur, gongur ímóti hesum ráðum, men hugsið tykkum nú um einaferð afturat og brúki vit og skil, skrivar hann í lesarabrævi.