Hetta fáa sendifólkini í løn

Føroysku sendifólkini fáa upp í 61.000 krónur í løn um mánaðin umframt eftirløn og viðbøtur

Tey fimm føroysku sendifólkini í útlondum fáa millum 46.000 og 61.000 í løn um mánaðin. Harafturat fáa tey eftirløn og útiviðbót, sum er endurgjald fyri at verða send burtur at arbeiða.

Tað vísir yvirlit, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Sendiharrin í Reykjavík, Petur Petersen, fær hægstu grundlønina. Hann fær 61.000 krónur um mánaðin. Hann fer eisini at fáa eftirløn sum tænastumaður, tá ið hann verður pensjóneraður, og fær nú 11.000 krónur í útiviðbót afturat lønini.

Lægstu grundlønina hevur Sigmundur Isfeldt, sum er sendiharri í Keypmannahavn. Hann fær 46.000 krónur um mánaðin. Afturat tí fær hann 7.120 krónur í eftirløn um mánaðin og 15.000 í útiviðbót hvønn mánað.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir lønir, eftirlønir og útiviðbøtur um mánaðin hjá teimum fimm sendifólkunum.

Petur Petersen, Reykjavík
Løn: 61.000 kr.
Eftirløn sum tænastumaður
Útiviðbót: 11.000 kr.

Kate Sanderson, Brússel
Løn: 46.000 kr.
Eftirløn: 8.050 kr.
Útiviðbót: 25.300 kr. (11.000 kr. frá 1/9/2016)

Áki Johansen, London
Løn: 51.300 kr.
Eftirløn: 9.000 kr.
Útiviðbót: 14.500 kr.

Sigmundur Isfeldt, Keypmannahavn
Løn: 46.000 kr.
Eftirløn: 7.120 kr.
Útiviðbót: 15.000 kr.

Bjørn Kunoy, Moskva
Løn: 50.100 kr.
Eftirløn: 8.765 kr.
Útiviðbót: 14.500 kr.