Krabbamein er tann størsta einstaka deyðsorsøkin hjá føroyingum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni
Føroyingar liva alsamt longri. Eitt dreingjabarn, sum varð føtt í Í 1999 kundi vænta at liva í 76 ár í miðal og eitt gentubarn kundi vænta at liga í 80 ár í miðal. Eitt dreingjabarn, sum verður borið í heim í dag, kann vænta at liga í 80,6 ár í miðal, og eitt gentubarn, 85,8 ár.
##med2##
Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við næstan fimm ár hjá mannfólki og umleið seks ár hjá konufólki.
Hagstovan sigur, at broytingar eru eisini hendar í teimum orsøkum, vit doyggja av. Fyrr vóru hjarta-og æðrasjúkur nógv tær vanligasta deyðsorsøkirnar, men nú doyggja nógv færri av hesum sjúkunum. Men nógvir føroyingar eru deyðir av krabbameini og tann støðan er lítið broytt, men hinvegin doyggja vit eisini av nógvum øðrum orsøkum.
##med3##
Hagstovan hevur gjørt upp, hvørjar tær vanligastu deyðsorsøkirnar vóru í 2019 og hon vísir, at tað er stórur munur ímillum kynini. Munandi fleiri mannfólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum enn konufólk, men av øðrum deyðaorsøkum er meira javnt millum kynini.
##med4##
Hyggja vit at gongdini síðstu tjúgu árini, sæst, at bæði hjá monnum og kvinnum, er størsta broytingin, at talið á teimum, sum doyggja av av hjarta- og æðrasjúkum, er nógv minkað. Fyri 15-20 árum síðani doyði doyði 80-90 menn um árið av hjarta- og æðrasjúkum, men nú er talið komið niður á gott og væl 50 um árið. Fyri 15-20 árum síðani doyðu 70-85 kvinnur um árið av hjarta- og æðrasjúkum, men nú er talið komið niður um 40.
##med5##
Hinvegin sær ikki út til at talið á teimum, sum doyggja av krabbameini, minkar, tvørtur ímóti kvinkar tað upp eftir, serliga hjá mannfólki. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki.
##med6##
Annars doyggja fólk av nógvum øðrum orsøkum og allur tann bólkurin, sum eitur »annað« er nú líka stórur sum tær báðar høvuðsorsøkirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðsorsøkirnar undir felagsheitinum “annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg.