Hetta eru tær lægstu lønirnar hjá landinum

Tær lægstu lønirnar eru hækkaðar 42 prosent síðani 2002, men tær eru ikki langt omanfyri fátækamarkið

Tann lægsta mánaðarlønin hjá landinum er byrjanarlønin hjá limunum í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann eitt sindur um lønarlagið hjá tí almenna og um hvussu tær eru í mun til fátækamarkið.

Jørgen Niclasen sigur, at byrjunarlønin hjá limunum í Havnar Arbeiðskvinnufelag er 20.633,21 krónur um mánaðin og tað er tann lægsta lønin, Fíggjarmálaráðið hevur.

Her er talan um starvsfólk á stovnum hjá landinum, í Tórshavnar kommunu. Starvsfólk á sama arbeiðsøki aðrastaðni í landinum eru lønt eftir sáttmálanum ímillum Arbeiðsgevarafelagið og tey ymsu arbeiðarafeløgini.

Men lønin er ikki hækkað síðani 1. oktober 2018. Sáttmálin fór út gildi 1. oktober í fjør og tá ið semja er um nýggjan sáttmála, verður lønin nakað hægri.

Hvussu nógv er eftir aftaná skatt, veldst um hvar viðkomandi býr. Verður roknað við einum miðal skattaprosenti upp á 20,19% og einum kirkjuskatti upp á 0,6%, hevur viðkomandi umleið 13.037 krónur um mánaðin eftir at liva av, tá ið skattur og avgjøld eru tikin av lønini, ella 156.441 krónur um árið.

Eitt fólk er í fátækaváða tá ið viðkomandi hevur ein javnvirðisinntøku, sum er undir 60% av javnvirðismiðinntøkuni. Tá ið hetta verður roknað út, verður bæði hugsað um, hvussu stóra inntøku, familjan hevur tilsamans og tað verður eisini hugsað um, hvussu nógv børn og vaksin eru í familjuni.

Tað verður gjørt soleiðis, tí familjurnar eru ymiskar. Summar familjur hava tvær inntøkur, aðrar familjur hava eina inntøku. Onkur býr einsamallur, summi búgva saman og hava eingi børn, og onnur búgva saman og hava børn. Eitt fólk er tískil í fátækaváða, táið alt húskið hjá viðkomandi er í fátækáváða.
Sum nevnt oman fyri, hevur eitt starvsfólk við fullari løn á byrjunarstigi hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, eina inntøku upp á 156.441 krónur um árið, aftan á skatt.
Markið fyri at vera í fátækaváða, er ein javnvirðisinntøka upp á 147.614 krónur og sostatt hevur umrødda starvsfólk eina inntøku, ið er nakað omanfyri markið fyri fátækaváða.

Men er talan um ein stakan uppihaldara við einum barni, hevði inntøkan ligið á markinum til at vera í fátækaváða. Seinast hetta varð roknað út, var í 2018 og síðan tá er stuðulin til barnafamiljur hækkaður.

Jørgen Niclasen upplýsir, at tann 1. mai í 2002 var byrjanarlønin í sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelagið, 16.016 krónur um mánaðin, umframt at eftirlønargkjaldið er 4,6%. Sostatt var lønin tilsamans 16.753 krónur um mánaðin.

1. oktober í 2018 var lønin 20.633 krónur um mánaðin, umframt eitt eftirlønargjald upp á 15%, ella tilsamans 23.727 krónur.

– Í krónur er vøksturin 6.974 krónur og í prosentum er vøksturin 42%, sigur hann.

Leggjast kann aftrat, at hesi somu árini er endalønin hækkað 52%. Men samstundis kann nevnast, at eftirlønargjaldið er hækkað úr 4,6% upp í 15%.