Hetta er við at seta føroyskt drama á heimskortið

Sjónvarpsrøð, sum er tikin upp í Føroyum, er í uppskoti til at fáa kenda virðisløn

Sendirøðin, Trom, sum er tikin upp í Føroyum, er nú í uppskoti til at at fáa navnframu Golden Nymph virsðislønina á sjónvarps-festivalinum, sum verður í Monaco í juni mánað.

 

Nordic Entertainment Group, sum varðar av Viaplay, sigur, at hetta er fyrsta Viaplay sendirøð, sum er í uppskoti til hesa virðislønina – og tey siga eisini, at tey eru errin av at hava sett føroyskt drama á heimskortið.

 

Bara at fáa hesa viðurkenningina hevur størri týdning enn nakar hugsar um, sigur Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað handritið, við Nordic Entertainment Group.