Tann upplagda føðingardagsgávan hevði verið, at liðið gav honum løgmanssteypið, gullkrónu og rættin at spæla í europeisku kappingini.
Í dag hevur NSÍ venjarin, Anders Gerber, føðingardag. Hann er føddur í 1976 og fyllir harvið 41 ár ídag.
Hann er læraralærdur, og síðani í januar í fjør hevur hann verið venjari hjá NSÍ, sum í fjør endaði á triðja plássi í landskappingini og eftir tjúgu umfør í ársins landskapping eisini er á triðja plássi.
Í fjør rakk NSÍ í hálvfinaluna í steypakappingini, og í ár er liðið í finaluni, sum verður ímóti B36 klokkan 19.45:
-Vit hava fyrst og fremst fokus á okkara egnu fyrireiking, men sjálvandi havi eg kannað B36 spælið sera væl. Eg haldi meg kenna spælararnar, liðið og teirra spæl so væl, sum tað ber til, og vit eru fyrireikaðir, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.
Anders Gerber hevur ongantíð áður verið í steypafinalu. Hann vandi 2004 til 2008 Aarhus Fremad og síðani FC Fyn, har hann var fram til á sumri í 2011. Síðani var hann í fýra ár hjálparvenjari í Silkeborg IF, inntil hann flutti til Føroya og NSÍ.
Í kvøld fer hann fyri fyrstu ferð nakrantíð at hava ábyrgd av liði í steypafinalu.