Hetta er rúmligasta arbeiðspláss í Føroyum

Hann hevur bjóðað fleiri fólkum við sálarligum og sosialum trupulleikum, starv

Á ráðstevnuni, Kná børn, í Norðurlandahúsinum í dag, tilnevndi landsstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Sandavágs Timburhandil til ársins rúmliga arbeiðsgevara.

Við heiðrinum fylgir eitt skreyblað og ein standmynd, sum fólk í Almannaverkinum hava gjørt til høvið.

Tað eru starvsfólk í Almannaverkinum, sum hava skotið nakrar arbeiðsgevarar upp, sum tey halda hava uppiborið heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari. Talan er um arbeiðsgevararnir, sum hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við serligum tørvi í starvi.

Í grundgevingini, fyri, hví Sandavágs Timburhandil hevur uppiborið heiðurin, stendur millum annað:

–  Í nógv ár, hevur Sandavágs Timburhandil bjóðað fleiri av borgarunum í Vágum, við ymiskum avbjóðingum, bæði sálarligum og sosialum, starv.

– Starvsfólkini leggja dent á hugburðin, sum Sandavágs Timburhandli vísir, tá felagið bjóðar borgarunum arbeiði, stuðul og javnbjóðis viðurskifti at starvast undir.

 – Teir skulu føla seg sum ein part av okkum, endurgeva starvsfólkini stjóran, Albert Ara Thomassen, og hansara fólk, fyri at taka til.

 Í 2015 var tað EL-Net, sum fekk heiðurin, og í 2017  var tað Reyni Service.