Hondbóltur
Undan mansfinaluni varð frá fleiri síðum spátt, at talan fór at verða um ein serstakliga tættan dystin. Og við einum brendum brotskasti í evstu løtu kundi mansfinalan illa blíva tættari enn tað sama.
Fleiri ferðir hótti Neistin annars við at drepa dystin, og venjarin, Ingi Olsen, var eftir dystin ikki heilt nøgdur um, at teir ikki bundu um sekkin, áðrenn spenningurin gjørdist somikið stórur.
- Hatta er liðið hjá okkum í einum nøtuhylki. Í fleiri dystum hava vit meira ella minni etið mótstøðuliðið upp, men kortini lata vit alla tíðina eina hurð standa á gloppi, soleiðis at tey sleppa aftur í dystin. Men tað hevur nú sjáldan verið somikið tætt, at vit at enda skulu taka teir upp á eitt misnýtt brotskast í seinastu sekundunum. So tað var sjálvandi heilt fantastiskt, segði Ingi Olsen.
Og hvussu kendist tað í løtunum undan og eftir hatta brotskastið?
- Tá tað varð dømt, hugsaði eg fyrst og fremst um umdystin. Har skuldu vit til at byrja í undirtali, tí vit høvdu eina útvísing. So tað var sjálvandi nakað, sum eg hugsaði um.
- Og so var tað sjálvandi heilt fantastikt at síggja hasa bjargingina, og at bólturin fer út til málkast. Tað var so fantastiskt, sum tað er at vinna eina somikið javna finalu, sigur Ingi Olsen.
Samanlagt. Hvat var tað, sum gjørdi útslagið, soleiðis at tit at enda standa sum vinnarar?
- Eg haldi at vit í øllum førum ikki eru verri enn teir. Vit eru eina lítla tonn framman fyri teir, men vit sleppa ov nógv, tá vit sleppa. Og tí gongur tað ov skjótt hjá teimum at vinna seg aftur í dystin.
Neistin hevur ongan tíð áður vunnið greipuna. Er tað eitt mál, sum tit nú hava sett tykkum?
- Tað er tað sjálvandi. Nú skulu vit sjálvandi fyrst og fremst gleðast um hetta. Og tá tað er gjørt, mugu vit seta kósina móti næsta málinum, segði fegni venjarin eftir dystin.