Stiftsstjórnin, sum umsitur Kirkjugrunnin, hevur keypt hús til prestagarð í Hoyvík.
Talan er um húsini í Mannbrekku 7.
Prestagjaldið í Hoyvík, Suðurstreymoyar Norðara prestagjald, er tað nýggjasta prestagjalið í Føroyum – og tað einasta, sum ongan prestagarð hevur.
– Tað hevur verið eitt ynski, at prestabústaður skuldi verða, so nú fylgir bústaðarskylda við starvinum, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur, sum hevur játtað at flyta í prestabústaðin.
Sum sóknarprestur er Theodor E. D. Olsen kirkjubókaførandi prestur, og er hann samstundis jarðarferðarmyndugleiki.
Kirkjubøkur verða førdar í tveimum eintøkum. Annað eintakið liggur í kirkjuni, meðan hitt skal liggja undir aðrari lon av trygdarorsøkum. Um tað verður í prestagarðinum veit prestur ikki enn at siga.
– Men ætlanin er, at prestagarðurin skal brúkast sum allir aðrir prestagarðar og veita somu tænastu. Har verður skrivstova, sum fólk kunnu venda sær til – og har ber eisini til at hava brúðarvísglur, um ynski er um tað, sigur Theodor E. D. Olsen.
Stiftstjórin hevur keypt húsini frá Kaj og Malan Óluvu Vilhelmsen fyri 3,95 mió krónur. Tað var Kjartan Hoydal, sáli, sum bygdi húsini miðskeiðis í sjeytiárunum.
Theodor Olsen kemur aftur at kendar gøtur. Hann er uppvaksin skamt frá nýggja prestagarðinum niðast í gøtuni.