Hetta er óhoyrt – og nú fara allir prísir til himmals

Summi halda, at tað er alt ov dýrt, men onnur halda, at í hesum føri loysir tað seg ikki at spara

– Hetta er óhoyrt og nú fer prísurin til himmals, næstu ferð, vit skulu byggja nakað.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin, vil framvegis ikki góðtaka, at umlættingar- og endurvenjingardepilin, sum skal byggjast í Havn, er so dýrur, sum hann er.

Á býráðsfundi í Havn í farna mánað, loypti tað hvøkk á býráðslimir, at nú tilboðini eru komin inn, vísir tað seg, at tað kostar heilar 41.000 krónur fermeturin at byggja depilin.

 

Les eisini: Býráðslimir øtast yvir hvussu dýrt tað er

 

Á tí býráðsfundinum mótmælti Annfinn Brekkstein, at kommunan fer undir so dýra bygging.

Annika Olsen, borgarstjóri, upplýsti, at tá er bæði innbúgv, og alt annað við. Men tey vóru øll samd um, at tað er alt ov dýrt, og tí skuldu samráðingar takast upp við MT Højgaard, sum átti vinnandi projektið, um at fáa prísin niður.

 

Les eisini: Nú mugu vit siga stopp tí hetta kann ikki ganga longur

 

Og eftir at hava tingast við arbeiðstakaran, er úrslitið, at tað eydnaðist at skarva fýra milliónir av prísinum, soleiðis at hann nú kostar 79,9 milliónir við innbúygvi, og øllum. Og sostatt er prísurin nú lækkaður niður á 37.000 fermeturin.

Men tað hevur ikki sissað Annfinn Brekkstein, tí hann góðtekur framvegis ikki, at kommunan byggir so dýrt.

 – Hetta er óhoyrt, tí fara vit undir hetta, hava vit samstundis lagt støðið fyri alla aðra bygging, sum kemur aftan á hesa, og nú er einki at ivast í, at prísirnir fara heilt til himmals, segði hann á býráðsfundi mikukvøldið, tá ið málið aftur var til viðgerar.

Hann tekur undir við, at umættingar- og endurvenjingardepilin verður bygdur, men hann heldur, at hetta tilboðið eigur at verða vrakað.

Tvørtur ímóti heldur hann, at býráðið skal seta eina ávísa upphædd av til endamálið, og seta krøvini til, hvussu depilin skal síggja út, og so bjóða arbeiðið út av nýggjum.

Men tað eru aðrir býráðslimir ikki samdir í.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at arbeiðið kundi verðið bíligari, men at tey hava brúkt nógvan pening upp á at gera umstøðurnar á deplinum so góðar, sum gjørligt.

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn, og forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum, staðfestir, at tað er dýrt at byggja í góðum tíðum, men hinvegin fær kommunan eisini nóg hægri inntøkur enn í vanligum tíðum.

– Í góðum tíðum er tað dýrari at byggja, men vit hava eisini fingið einar 150 milliónir meiri inn í skatti enn vit høvdu væntað, segði hon.

Hon heldur ikki, at tað loysir seg ikki at spara og at loypa upp um har garðurin er lægstur, tí hetta er ikki ein vanligur bygningur. Hann hevur stórkøk, 32 baðiverilsi og góðar umstøður til ergoterapi og fysioterapi, sigur hon.

Eftir ætlan verður umlættingar og endurvenjingardepilin liðugur um hálvtannað ár, og hann verður bygdur við endan á Rólantsgøtu í Hoyvík við útsýni yvir Dalin Langa.

Tá ið býráðið atkvøddi um málið mikukvøldið, vóru átta atkvøður fyri, tvær vóru ímóti og tvær vóru blankar.

Tey, sum atkvøddu fyri, vóru Annika Olsen, Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam, Turid Horn, Bogi Andreasen, Bergun Kass og Bjørghild Djurhuus.

Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson atkvøddu ímóti og Helena Dam á Neystabø og Bjørg Dam, atkvøddu blankt. Halla Samuelsen var ikki á fundi, men seinast málið var til viðgerar, tók hon undir við tí.

Tróndur Sigurðsson gjørdi vart við, at einasta grund, hann atkvøddi ímóti, er tí at hann heldur, at tað er skeivt at byggja hann í Rólantsgøtu og har hava grannarnir eisini mótmælt.

Hann vil heldur byggja hann hinumegin Dalin Langa, har tað eisini er ætlanin at byggja barnagarð, og hann heldur, at tað hevði verið fantastiskt at bygt ein barnagarð, og ein umlættingar- og endurvenjingardepil, lið um lið, og sostatt at blanda børn og eldri á sama staði.