Hetta er fyri at verja tey, sum leiga ein bústað ímóti teimum, sum leiga út fyri okursprís. Tað sigur Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú Løgtingið viðger bústaðarpakkan, sum Landsstýrið hevur lagt fram.
Ein partur av hesum er, at leigunevndin fær heimild til, at krevja, at ein leiga skal lækkast, og tað kann nevndin gera í teimum førum, tá ið útleigarin krevur okursprís fyri bústaðin. Hetta hevur elvt til kjak, tí nógv halda, at hetta er at gera seg inn á fría rættin hjá leigara og útleigara, at gera eina avtalu av egnum, fríum vilja.
Ein av teimum, sum heldur, at hetta er grundleggjandi skeivt, er Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann spyr um hetta ikki kann fáa tey, sum ætla at leiga út, at broyta meining, so at tey ikki vilja leiga út.
Jónleif Johannesen sigur, at hendan heimildin er fyri at verja tey, sum leiga ein bústað, men hendan heimildin skal bara brúkast tá ið tað er heilt greitt, at leigan er órímiliga høg. Og hann sigur, at orsøkin til hetta er tann, at íbúðarneyðin er so stór, at eftirspurningurin eftir bústøðum er nógv størri enn útboðið er.
Og í eini slíkari støðu er vandi fyri, at fríi marknaðurin skeiklast, og tí skal Leigunevndin hava heimild at lækka eina leigu, tá ið hon er heilt órímilig.