- Vit skulu standa saman
Belgiski forsætismálaráðharrin hevur tosað til tjóðina.
- Hetta er ein sorgardagur, ein dapur dagur.
Tað var boðskaparin hjá Charles Michel, belgiski forsætismálaráðharrin, tá hann møtti fjølmiðlunum í kjalarvørrinum av yvirgangsálopunum á belgiska høvuðsstaðin Brússel.
- Í hesi døpru tíð hjá okkara tjóð heiti eg á øll, um at vera rólig og vísa samhald. Vit standa frammanfyri eini torførari roynd. Vit skulu standa saman, segði forsætismálaráðharrin.
Stjórnarleiðarin vildi á tíðindafundinum ikki upplýsa hvussu nógv fólk eru deyð í álopinum.
- Vit vita, at mong eru særd, men í løtuni er tað torført at geva eitt nágreiniligt tal um hvussu nøgd eru deyð og løstað, segði forsætismálaráðharrin.

- Hetta er ein sorgardagur

