Tosa heldur um skatt enn um flóttafólk: – Hetta er ábyrgdarfjart og løgið

Løgtingsfólk eftirlýsa viðgerð av flóttafólkum

Í morgun viðger løgtingið eitt uppskot til eina løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi. Men stendur tað til Páll á Reynatúgvu, tingmann fyri Tjóðveldi, so átti løgtingið slett ikki at viðgjørt hetta uppskotið beint nú, tí nógv størri mál áttu at blivið raðfest. Her nevndi hann avgerandi mál sum radaramálið og flóttafólk.

 

– Flóttafólk eru byrjað at koma til Føroya, men vit sum politisk skipan hava ikki fingið møguleika at viðgera tann spurningin. Eg haldi tað er heilt ótrúligt, at man viðger ting, sum eru púra irrelevant fyri tað dagliga lívið rundan um okkum, meðan heimurin er í stórari broyting, sigur hann.

 

– Tað tykist løgið, at flóttafólkaspurningurin verður viðgjørdur alla aðrastaðni enn her hjá okkum í løgtinginum. Tað er løgið, at ein stórur partur av okkara politisku skipan heldur, at man ikki skal viðgera teir stóru spurningarnar, sigur Páll á Reynatúgvu, sum sigur seg vera skelkaðan av raðfestingini í tinginum. 

 

Forkvinna í Framsókn, Ruth Vang, gav honum rætt í hesum og kom við eini áheitan til landsstýrið um betri innlit í ætlanirnar við eitt nú flóttafólkum. Høgni Hoydal  (E) segði seg eisini vera samdan og skilti ikki, hví man ikki viðger flóttafólkaspurningin og átøk móti Russlandi. Kristianna Winther Poulsen (C) spurdi, hvørjum samgongan er bangin fyri - hví er tað, at samgongan ikki torir at lata tingið viðgera teir stóru spurningarnar? spurdi hon.

 

Bill Justinussen (H) forsvaraði raðfestingina við at vísa á, at útlendingalógin er donsk, og tað hevur ikki verið heimild til tað í Føroyum, og tað skal broytast við ríkislógartilmæli. Helgi Abrahamsen (B) vardi eisini samgonguna, men viðurkendi, at raðfestingin kann tykjast løgin.

 

– Men tá tey gjørdu hetta uppskotið vistu tey ikki, at tað fór at blíva kríggj í Ukraina, segði hann og vísti á, at flóttafólkaspurningurin verður viðgjørdur í landsstýrinum.

 

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, minti til tingfólkini á, at flóttafólk ikki eru til viðgerar í dag.