Hetta ber ALS ikki til

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin
----

Um tað veruliga er so, at stjórin í ALS fær eitt milliónastórt gylt lógvatak, nú hann hevur valt at leita sær nýggjar leiðir, er hetta snøgt sagt pamparí av grovasta slag. Og tað kann undir ongum umstøðum góðtakast av einari skipan, har vit øll eru tvungin at rinda inn.
Tí eiga vit, um ikki juridiskan, so í øllum førum moralskan, rætt til fult innlit í tað, sum fer fram, umframt eina fullfíggjaða frágreiðing um stjóramilliónina og í heila tikið um umsitingina av okkara pengum í ALS.
Og her hava vit á vinstravonginum eina serliga skyldu. Vit skulu til eina og hvørja tíð sláa hart niður á allar royndir at misbrúka ella korrumpera góðar og solidariskar skipanir, har vit krevja av fólki, at tey luttaka í felagsskapinum, eitt nú við einum høgum skattatrýsti, við kringvarps- fakfelags- barsils- ella ALSgjaldi. Skipanir, sum undangongufólk okkara hava stríðst fyri, og sum ikki yvirliva, um illgruni verður sáddur um umsitingina av ognunum, sum limirnir hava spart upp. Missa fólk álitið, fellir undirtøkan, og harvið eisini legitimiteturin fyri skipanunum millum fólk og í politisku skipanini. Og tað var so ongantíð meiningin, tá millum annað góð fólk í Javnaðarflokkinum saman við fakfeløgunum á sinni stríddist fyri at seta ALS á stovn.
Hvar kemur slíkur hugburður frá, at tað er fínasta slag at langa eina millión í nakkan á einum stjóra, sum annars hevur verið væl løntur øll árini?
Hvorom alting er, so gongur tað also ikki, at stýrið fyri ALS bara soleiðis ger eina ovurhonds lukrativa avtalu við stjóran, sum sigur seg úr starvi. Er meira í málinum, enn vit vita av, so røkir ALS-stýrið als ikki áhugamálini hjá limunum við at dekka út yvir onkra gølu, við samstundis at máa støðið undan skipanini innanífrá.
Tí, er trúvirðið og álitið burtur, er skjótt, at undirtøkan eisini hvørvur. Og tað fara vit í Javnaðarflokkinum í øllum førum ikki at góðtaka.