Hesum taki eg væl ímóti

EIN NÝGGJUR HØVUÐSTAÐUR Tað er gott, at borgarar gera vart við seg og koma við sínum íkasti til, hvussu okkara høvuðstaður skal síggja út í framtíðini, heldur borgarstjórin í Havn

- Hesum taki eg væl ímóti.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir framløguna í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.
Hann fegnast um, at Hans Mortensen hevur uppskot um, hvussu Havnin skal síggja út.
- Tað er gott, at borgarar geva sítt íkast til, hvussu okkara høvuðstaður skal síggja út í framtíðini.
- Tað er altíð gott at vita, hvussu nýggj eygu síggja høvuðstaðin, sigur borgarstjórin.

Ikki ókent
Hann leggur tó dent á, at nógv av hesum uppskotunum eru ikki ókent.
- Seinastu árini hava fleiri arkitektar gjørt uppskot um, hvussu Havnin skal síggja út, bæði Eystaravág, Vestaravág, Skálatrøð, Vágsbotnur, Vaglið og Steinatún.
- Nógvir av tonkunum, sum vórðu lagdir fram í gjárkvøldið, eru ikki fremmandir fyri okkum.
Hann vísir eisini á, at umsitingin í býráðnum arbeiðir við fleiri ætlanum at fyri at fáa betri trivnað í Havnini.
Samstundis er kommunan við at leggja síðstu hond á eina heildarætlan fyri, hvussu øll kommunan skal síggja út um 25 ár.
Hann sigur, at býráðið er longu í ferð við nakrar ætlanir um at broyta bíðin fyri at økja um trivnaðin.
Hinvegin vil borgarstjórin fegin tosa við Hans Mortensen um ætlanina.
Eitt, honum dámar sera væl við uppleggingum í mikukvøldið, er, at fleiri av uppskotinum eru lutfalsliga einføld og bílig at seta í verk.
- Eitt uppskot var at steingja Mylnugøtu, ímillum Vágsbotn og Vaglið, fyri bilar og at gera tað til eitt trapputún.
- Er politiskur meiriluti fyri tí, kundi tað verðið gjørt í morgin, sigur Heðin Mortensen.

Frían bryggjukant
Tann heilt stóra ætlanin, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, var, hvussu Vestaravág og Skálatrøð skuldi byggjast.
- Nettupp fyri hesi økini eru fleiri uppskot gjørd.
Serliga eitt uppskot frá MAP-arkitektum rennur honum til hugs.
- Men tað er avgjørt positivt, at fleiri uppskot verða løgd fram.
Hinvegin heldur borgarstjórin, at eitt, sum býráðspolitikarar eru samdir um, er, at tað skal ikki íbúðir ella onnur hús heilt út á bryggjukantin.
- Vit eru ein siglandi tjóð og liva fyri ein stóran part av sjóvinnu og hava vit fyrst mist bryggjukantin til íbúðir og onnur hús, hava vit mist hann í ævir, tí so er vinnuligt virksemið útihýst.
- Endamálið er at gera býin hugnaligan og livandi. Men tað ber heldur ikki til at endavenda býnum og tí ber tað ikki til bara at hugsa um at gera tað hugnaligt.
- Tað skal eisini vera pláss fyri vinnuligum virksemi, staðfestir borgarstjórin.

Broyta hugburð
Ein reyður tráður í framløguni í Norðurlandahúsinum var, at bilaferðslan skuldi víkja eitt sindur til frama fyri fólk til gongu.
- Skal tað eydnast, skal ein kolveltandi hugburðsbroyting til. Hesar báðar seinastu vetrarnar hava vit havt ein skoytuvøll í Skálatrøð, men tað eru øgiligar atfinningar ímóti, at vit hava tikið eini 50 parkeringspláss til endamálið.
Men í framløguni mikukvøldið varð róð framundir, at vit skuldu gera alt Vaglið til ein skoytivøll um veturin og tað hevði verið spennandi at frætt, hvussu fólk høvdu tikið ímóti tí, heldur Heðin Mortensen.
Hinvegin dámdi borgarstjóranum væl uppskotið um at broyta Steinatún.
- Tað var einfalt og kann gerast skjótt.
- Somuleiðis haldi eg, at tað er frálíkt at taka garðin til urtagarðin hjá Amtmansborgini niður, men eg ivist í um Havnará verður latin upp aftur við tað fyrsta, leggur borgarstjórin afturat.
- Tað ber eisini til at leggja eina nýggja á oman á, sigur hann.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað hevur slíkan skund at broyta miðbýin, tí tað, vit vanliga hoyra, er, at tað er rættiliga hugnaligt at spasera runt í Havnini.
Les eisini: Tað bleiv ovboðið hjá Hans Mortensen
Les eisini: Átta pláss styrkja og menna Havnina