Tórshavnar Kommuna er sinnað at viðgera spurningin um at vera við til at fíggja undirsjóvartunnil í Sandoy.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Men hann leggur afturat, at skal Tórshavnar Kommuna vera við, væntar hann avgjørt, at býráðið fer at seta tað sum treyt, at Hestur verður knýtt upp í tunnilin.
Annars sigur hann, at málið hevur ikki verið viðgjørt í Býráðnum.
Men kemur tað hartil, at tunnilin verður gjørdur, er Tórshavnar Býráð sinnað at viðgera tann spurningin.
Annars kom tað eitt sindur óvart á hann, tá ið Løgmaður segði í Sosialinum, at Tórshavnar Kommuna kanska er áhugað at vera við at fíggja tunnilin við tí fyri eyga at Sandoy verður løgd afturat Tórshavnar Kommunu einaferð seinni.
- Tað er lætt at fara undir stórar ætlanir, tá ið onnur skulu rinda, sigur Heðin Mortensen.
- Kommunukassin í Havn er fyri borgarar í Havnini. Tí skulu vit hava góðar grundir fyri at taka lut í eini verkætlan, sum er ein landsuppgáva burtur av.
Hinvegin er Hestur í Tórshavnar Kommunum so verður hon knýtt upp í ein undirsjóvartunnil í Sandoy, er søgan ein onnur, tí tað er tað innanfyri kommunumark, sigur Heðin Mortensen.
Hann tekur undir við, at oynnar verða knýttar saman. Hinvegin heldur hann tað vera lítið skilagott at leggja eina undirsjóvartunnil beint framvið Hesti, uttan at knýta hana upp í.
Í longdini verður tað helst eisini ein sparing fyri landskassan, tí so slepst undan ferjusambandinum, leggur borgarstjórin í Havn afturat.