Hestur: Hóast Ebbe er komin væl til árs, so leggur hann kortini stóra orku í at røkja áhugamál og vinnuveg sín - útróðurin.
Hesin vinnuvegurin hevur altíð havt hansara áhuga, og tá ein tosar um hann og bát hansara, verður altíð tikið til, at hann fiskar væl.
Teir sum vanliga eru til útróðurs í Hestfirði og í Skopunarfirði síggja javnan Andromedia við Ebba umborð royna við snelluni á hesum kendu fiskistøðunum.
Hetta sama prógvaði hann aftur í hesi vikuni, tá teir mánamorgunin seldu til uppboðssøluna í Sørvági.
Veiðan varð løgd upp í Miðvági, og vá 1942 pund.
Sambært Sandoyarportalinum var meginparturin av veiðuni toskur.
Andromedia er ein Aqua Star-bátur, sum varð bygdur á Guernsey í 1982. Báturin kom út í Hest 20 ár seinni, og varðveitti navnið. Í 2008 varð báturin longdur og fekk annan motor.
Drívur á
Ein treyt fyri at bátarnir sleppa til útróðrar er sjálvandi veðrið - og streymurin.
Streymurin var harður um vikuskiftið, men er nú avtakandi. Hetta forðaði kortini ikki Ebbe Rasmussen at leggja frá landi og avreiða mánadagin í Miðvági.
Annars er tað serstaka við Andromedia, at báturin hevur eina heimasíðu, har til ber at fylgja við, hvussu gongst við veiðuni.
Um ein hyggur eftir hesi heimasíðuni sær ein, at Andromedia hevur avreitt fýra ferðir í ár, harav tvær ferðir í Miðvági og eina ferð í Leirvík.
Fyrstu ferð teir seldu til uppboðssøluna var 2. januar. Henda dagin høvdu teir 510 pund, og mánadagin 10. januar løgdu teir 4000 pund av upsa upp á land í Leirvík.
Síðani tá er streymurin harðnaður, og ikki fyrrenn leygardagin 23. januar avreiddu teir 1300 pund av toski í Miðvági. Og mánadagin vóru teir aftur.