Hesir trúgva upp á United

Louis van Gaal og Ander Herrera trúgva upp á ein samlaðan sigur

Í kvøld spæla Manchester United og Liverpool seinna dystin í Europa League 1/8 finaluni. Liverpool vann fyrra dystin 2-0, men tað hevur ikki tikið mótið frá Manchester United.

 

Les eisini:Leivur Frederiksen rakti so snóra beint

 

- Um Liverpool skal víðari, so skulu teir berjast við okkum fyrst. Eg havi spælt móti Liverpool fimm ferðir, og vunnið fýra ferðir. Tvær ferðir á Old Trafford, har vit hava vunnið greitt, sigur spanski miðvallarin hjá Manchester United, Ander Herrera greiður á málinum.

 

Hann leggur eisini afturat, at vøllur á Old Trafford er betri og størri enn vøllurin á Anfield. Venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, trýr eisini upp á, at Europa League ikki er gloppið felagnum av hondum.

 

Les eisini: Tað var brotsspark til Liverpool

 

- Málið hjá okkumer at vinna. Í vanligari leiktíð skulu vit vinna 2-0. So hava vit longdaleiktíð at vinna uppgerðina í, og við okkara áskoðarunum, so trúgvi eg upp á tað, sigur Louis van Gaal.

 

Dysturin millum Manchester United og Liverpool byrjar klokkan 20.05.

 

Úrslitini frá fyrru 1/8 finalunum

Basel 0 - 0 Sevilla

Borussia Dortmund 3 - 0 Tottenham Hotspur

Fenerbahce 1 - 0 Braga

Shakhtar Donetsk 3 - 1 Anderlecht

Athletic Bilbao 1 - 0 Valencia

Liverpool 2 - 0 Manchester United

Sparta Prague 1 - 1 Lazio

Villarreal 2 - 0 Bayer Leverkusen