Hesir fingu prógv á vinnuháskúlanum

Les her, hvør nú er vorðin maskinmeistari, skipari og skipsførari og hvørjir fingu virðisløn

 

Nú hava 39 lesandi afturat fingið prógv á Vinnuháskúlanum, har eini 250 fólk vóru komin saman á skúlanum at heiðra teir.

Wilhelm E. Petersen, stjóri, bjóðaði vælkomin og hann helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum. 

Gestarøðari hesaferð var Gunnbjørn Joensen, stjóri hjá Thor í Hósvík.

Umboð fyri Maskinmeistarafelagið, Skipara & Navigatørfelagi, og onkur av luttakarunum, góvu næmingunum nøkur góð orð við á ferðini.

Tvey umboð fyri næmingarnar, søgdu eisini nøkur orð.

 

 Teir, sum í dag hava fingið prógv eru:

 

Maskinmeistarar:

Tummas Eli Bjartalíð, Sjúrður Rein, Símun Olsen, Rógvi Mortensen, Páll Róland Petersen, Ludvík Christiansen, Knút Olsen, Justi Hentze, Jóhannes Sørensen, Jóhan Falkvard Klementsen, Jóhan Elias Johannesen, Johan Dam, Heini Kallsoy Mouritsen, Eskild Hjalti Freilif Bech, Emil Dam, Bjarki Johannes Niclasen og Benjamin Hansen

 

Hesir fingu virðisløn:

1. Justi Hentze, fartelefon frá Suðuroya Sparikassa

2. Sjúrður Rein, mátitól frá Maskinmeistarafelagnum

3. Benjamin Hansen, lummaur frá Áhugafelagnum Antares’

 

Ídnisvirðislønina fekk Benjamin Hansen, og hon var eitt gullur frá A. P. Møller

 

 

Skiparar:

Rúni Vestergaard Thomsen Ragnar í Soylu, Torfinn Debes Davidsen Eyðstein Joensen Arngrím Sigurd Thomsen Bjarki Fríðheim, Dánjal Leo Gaardlykke, Ásmundur Poulsen, Høgni Eyðunsson á Lofti, Ragnar Hansen og Eyðun Jespersen

 

Hesir fingu virðisløn:

1. Torfin Debes Davidsen, kikara frá P/F Thor

2. Ragnar í Soylu, barometur og klokkusett frá Faroe Agency

3. Rúni Vestergaard Thomsen, barometur og klokka frá Faroe Ship

   

Ídnisvirðislønina fekk Torfin Debes Davidsen, og hon var eitt lummaur frá Áhugafelagagnum Antares.

Hann fekk eisini virðisløn frá Skipara- og Navigatørfelagnum fyri at vera tann, sum hevði hægsta miðal próvtalið hjá Navigatørunum. Virðislønin var ein sekstantur.

 

 

Skipsførarar.

Hildibrandur Olsen, Hans Jørgin Kruse Ellengsgaard, Óli Hansen, Eyðun Brimstrond Leo, Rúni í Homrum, Tróndur Rosendal Gregersen, Andreas Pauli Davidsen, Martin Klein Kragesteen, Óla Christian Debes, Steintór Kjartan Fríði Djurhuus og Fríði Gullbein

 

Hesi fingu virðisløn:

1. Óli Hansen, gullur frá A. P. Møller

2. Hans Jørgen Kruse Ellingsgaard, klokkusett frá Tryggingarfelagnum Føroyar

3. Hildibrandur Olsen, lummaur frá Antares

 

Ídnisvirðislønina fekk Óli Hansen og hon var eitt ur, ein knívur og eitt pennasett frá Søfartens Ledere.

 

Myndirnar niðanfyri er av teimum trimum flokkunum. Tann fyrsta myndin er av skiparunum, maskinmeistararnir eru í miðjuni og skipsførararnir høgrumegin.