Fyri løtu síðani vórðu Ársins leiðarar 2015 kosnir. Hetta er 11’ ferð, at Ársins leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi samskipar tiltakið. Hjá tí almenna gjørdist Eyðun Mørkøre frá TAKS Ársins leiðari 2015.
Dómsnevndin sigur í síni grundgevingini, at Eyðun hevur gjørt TAKS til ein modernaðan og tænastusinnaðan stovn við góðum umdømi.
- Stovnurin er blivin sjónligari við fleiri góðum átøkum, har hann á skynsaman hátt fyrisitur lógargrundarlagið hjá TAKS
-Hann hevur ment samskiftismøguleikarnar við kunningartøkni, so tað er einfalt og lætt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti.
- Eyðun er ein dugnaligur og fyrikomandi stjóri, ið tekur ábyrgd og tryggjar, at stovnurin er eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist.
Hjá tí privata gjørdist Atli Gregersen frá HiddenFjord Ársins leiðari 2015.
Dómsnevndin sigur í síni grundgeving, at Atli er ein dugnaligur og framskygdur vinnulívsmaður.
- Hann hevur gingið á odda fyri at skapa góðar vinnuligar og umhvørvisligar karmar fyri alivinnuna.
- Atli er tilvitaður um at framleiða matvøru av høgari góðsku til kræsnar gómar kring allan heimin.
- Hann hevur eitt gott orð á sær sum ein starvsfólkaleiðari, ið við átøkum skapar trivna fyri arbeiðsfólkið.
Ækk kundu koma við uppskotum, sum ein dómsnevnd síðani valdi burtur úr.
Í dómsnevndini sita Jóannes Jacobsen, Fróðskaparsetur Føroya, Gunnleyg Durhuus, sjálvstøðug vinnurekandi og Ragnar Joensen, Marine Harvest.
|