Í summar tóku Arsenal og Arsene Wenger tvey flestu á bóli, tá Mesut Özil varð keyptur fyri áleið 400 milliónir krónur úr Real Madrid. Síðani hevur Arsenal verið oddalið í Premier League, og vunnið seg víðari úr helst torførasta Champions League bólkinum.
Nú er líkt til, at Julian Draxler verður næsti spælarin, sum Arsenal fer at keypa. 20 ára gamli miðvallarin úr Týsklandi spælir til dagligt við Schalke 04. Hann er eisini á týska landsliðnum, og spældi millum annað móti Føroyum á Tórsvølli í fjør.
Bretskir miðlar skriva í dag, at samráðingarnar millum Arsenal og Schalke 04 eru væl áleiðis. Prísurin verður mettur at liggja um 335 milliónir krónur, sum er áleið tað sama, sum Manchester United hevur goldið fyri Juan Mata.
Arsenal hevur longu fýra týskarar í hópinum. Teir eru Mesut Özil, Per Mertesacker, Lukas Podolski og Serge Gnabry. So er spurningurin um Julian Draxler er spælarin, sum kann vinna Arsenal fyrsta enska meistaraheiti síðani 2004.