Hesin skal verja TB málið

TB arbeiðir við at fáa danskan málverja til seinnu hálvu

TB hevur í eina tíð havt ein málmanstrupulleika. Joslain Mayebi, sum undan kappingarbyrjan var keyptur inn sum fyrsti málverji, gavst brádliga í fyrru hálvu.

 

Eykamálmaðurin í KÍ, Meinhardt Joensen, stóð allar teir seinastu dystirnar undan summarsteðginum í málinum hjá TB, men tað gjørdist tíðliga greitt, at talan ikki var um permanenta loysn.

 

Sum in.fo skilir á lagnum, arbeiðir TB í løtuni við at knýta ein danskan málverja afturat hópinum í kvøld áðrenn vindeygað letur aftur á midnátt.

 

Talan er um 22 ára gamla málverjan Casper Radza, sum fyrr hevur verið eykamálverji í danska felagnum, OB, og sum millum annað er skrásettur fyri ein dyst í Superliguni.

 

Tað væntast at alt við danska málverjanum kemur upp á pláss í kvøld, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.