Kendi danski sjónleikarin Ulrich Thomsen skal hava leiklutin sum blaðmaðurin Hannis Martinsson í nýggju sjónvarpsrøðini »Trom«.
Tað skrivar Ritzau í morgun.
Onnur, sum hava fingið høvuðsleiklutir, eru danska Maria Rich og føroyingurin Olaf Johannesen.
Søgugongdin er, at ein blaðmaðurin fer heim til Føroya at kanna eitt mál, har ung kvinna er horvin. Kvinnan hevur frammanundan lagt eini boð á telefonsvararan hjá honum, har hon sigur, at hon er dóttir hansara og stúrir fyri lívi sínum. Gentan verður funnin í sambandi við eitt grindadráp, og síðani skal uppklárast, hvat er hent.
Sjónvarsprøðin byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson.
– Tað verður ein spennandi sjónvarpsrøð, som er politiskt aktuell í einum landi, sum er nýtt á sjónvarpsmarknaðinum. Eg gleði meg sera nógv at koma í gongd, sigur Ulrich Thomsen við Ritzau.
Umframt høvuðsleikararnar verða føroyskir og útlendskir sjónleikarar partur av røðini.
– »Trom« er nordic noir, sum vit ikki hava sæð áður, og hendan sjónvarpsrøðin fer at ganga nýggjar leiðir bæði við innihaldi og úttrykki, sigur Filippa Wallestam, sum er leiðari fyri innhaldi í Nordic Entertainment Group.
»Trom« verður í seks pørtum, verður upptikin í Føroyum í summar, og verður sýnd á Viaplay í 2022. Talan var um eina sonevnda Viaplay Original røð.












