- Vit vilja hava, at eitt ávíst tonsatal av makreli skal seljast á uppboðið.
Tað staðfesta bæði Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Samgongan fekk eitt rættiligt skot fyri bógvin, tá ið ein meiriluti í Løgtinginum, við hjálp frá samgongumonnunum, Jenisi av Rana, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, samtyktu, at 23.000 tons av makreli skulu seljast á uppboði í ár.
Hetta var annars ikki við í ætlanini hjá samgonguni, serliga tí at Fólkaflokkurin vil ikki vita av eini uppboðssølu.
Í morgin verður samgongufundur um málið og løgmaður hevur boðað frá í Kringvarpinum, at tá fer hann at telja, hvussu nógvir flokkar eru í samgonguni.
Men tað kann skjótt koma honum aftur um brekkur, tí tað var eisini ein tinglimur í hansara egna flokki, sum atkvøddi ímóti restini í samgonguni.
- Fer løgmaður at telja flokkar, má hann eisini telja tinglimir í Sambandsflokkinum, siga teir báðir miðflokkamenninir.
Tingmenninir í Miðflokkinum og Eivin Jacobsen tvíhalda um, at ein uppboðssøla skal vera.
- Eg vænti ikki, at nakar verður tveittur úr samgonguni, tí nógvir tinglimir í samgonguni vilja hava uppboðssølu, men hava slakað, tí Fólkaflokkurin sigur kortanei, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at Miðflokkurin tók undir við uppboðssøluni, tí hóast fleiri í samgonguni vilja hava uppboðssøluna, kom onki burtur úr.
- Hetta er so prinsipielt, at hesin kamelurin var ov stórur at svølgja, sigur Bill Justinussen.
Miðflokkurin heldur, at tað er neyðugt at varðveita uppboðssøluna fyri at vita, hvat virðið er á makrelinum og eisini fyri at geva smærri virkum møguleikan at keypa makrel.
Fara tit at halda fast um hetta, tá ið málið skal avgreiðast endaliga hósdagin.
- Sjálvandi gera vit tað, sigur Bill Justinussen.
Vit hava ikki fingið f atur á Løgmanni.