Hesi vilja keypa Chelsea

Premier League: Tað eru fleiri um boðið, nú Chelsea verður selt, tí Roman Abramovich er útihýstur úr Bretlandi

Mynd: Nick Candy í miðjuni

Tilveran hjá Chelsea er kollvelt, eftir at bretska stjórnin hevur sett revsitiltøk í verk móti Roman Abramovich. Russiski milliarderurin keypti Chelsea í 2003, men hann er fleiri ferðir settur í samband við russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Hann avsannar alt samband við Vladimir Putin, men eftir innrásina í Ukraina hevur bretska stjórnin langa nevna í borðið. Roman Abramovich er bannlýstur í Bretlandi og hald er lagt á allar ognir hjá honum. Eisini fótbóltsfelagið Chelsea, sum tó hevur fingið eitt serloyvi til at spæla dystir og at blíva selt.

 

Tað stendur ikki á at finna keyparar, sum halda seg fáa eina góða avtalu, nú Roman Abramovich er tvingaður at selja Chelsea. Tað er ikki lætt at fáa fingarnar í tey stóru feløgini og Chelsea er verandi Champions League vinnari. Her eru boðini, sum ensku fjølmiðlarnir hava sett navn á:

 

1: Felagsskapurin hjá amerikanska milliarderinum Todd Boehly, sveisiska vinnulívsmanninum Hansjorg Wyss og bretska Jonathan Goldstein, sum gera nógvar íløgur í fastogn. Dailymail heldur fyri, at hesir eru millum favorittarnir at keypa Chelsea. Todd Boehly eigur millum annað í kurvabóltsfelagnum LA Lakers, og amerikanska fótbóltsfelagnum Los Angeles Dodgers.

 

2: Nick Candy og aðrir. Hann er sjálvur Chelsea viðhaldsmaður og situr á Stamford Bridge til dystir. Nick Candy ger nógv við íløgur í luksus fastognum í serliga London. Hann sigst arbeiða við fyrrverandi áleyparanum Gianluca Vialli og italskum vinnulívsfólki, sum fyrr hava roynt at keypt eitt nú AS Roma, Juventus og Inter Milan.

 

3: Saudi Media Group. Fyri kortum keypti royala saudiarabiska familja Newcastle gjøgnum felagið Public Investment Fund. Í hesum førinum er talan ikki um royalu familjuna, men um størsta miðlafelagið í Saudiarabia. Eigari er Mohamed Alkhereiji og hann heldur við Chelsea.

 

4: Familjan Ricketts og Ken Griffin. Ídnaðarbarónurin Ken Griffin hevur sett seg saman við familjuni Ricketts, sum eigur baseball felagið Chicago Cubs. Eisini her er talan um milliarderar.

 

5: Sir Martin Broughton. Hann er eitt kent navn, um tú heldur við Liverpool. Hann stóð á odda, tá Liverpool í 2010 bleiv selt til núverandi eigararnar FSG. Hann er fyrverandi nevndarformaður í British Airways og hevur royndir av at keypa og selja fótbóltsfeløg.

 

Onnur boð: Woody Johnson, sum eigur helmingin av New York Jets og skal eitast at verða vinmaður við Donald Trump, diamantvinnulívsmaðurin úr Gana, Bernard Antwi Boasiako og turkiski vinnulívsmaðurin, Muhsin Bayrak.

 

Mynd: Nick Candy í miðjuni